Ofta spurt um sjálvuppgávuna
Hevur tú ein sjálvuppgávuspurning, finnur tú kanska svarið upp á hann her. Spyr annars kundatænastu okkara. Ring 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella skriva til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.
Svar: Tað kann vera tí, at tú hevur ikki søkt um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum.
Svar: Tað kann vera tí, at tú hevur ikki søkt um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum.
Svar: Tí at barnið hevur ikki søkt um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum.
Svar: Tí at barnafrádráttur er ikki eitt útgjald uttan ein frádráttur í skattinum. Tú fært peningin soleiðis, at tú rindar minni í skatti, enn tú hevði gjørt uttan barnafrádráttin.
Svar: Ofta er tað tí, at tú hevur havt b-inntøku í fyrrárið, til dømis uttanlandsinntøku, húsaútleigan ella útlendska eftirløn. Um so er, fært tú automatiskt sjálvuppgávu í ár, tí gingið verður út frá, at inntøkan hevur hildið áfram.
Hevur hon ikki tað, skalt tú lata inn eina sjálvuppgávuna á Borgaraglugganum og einki skriva í hana.
Soleiðis gert tú:
- Rita inn á gluggan og vel sjálvuppgávan 2022 > fyll út sjálvuppgávu
- Skrolla niður á botn og trýst á knøttin "Lat inn".
Um nakrar dagar fær tú sendandi eina skattauppgerð, og so er málið liðugt.
Svar: Tú ritar inn við Samleikanum.
Hevur tú Samleikan?
> Rita inn
Hevur tú ikki Samleikan?
> Fá tær Samleikan (samleikin.fo)
Brúk fyri hjálp?
> Fá hjálp við Samleiklanum (samleikin.fo)
Tú kanst eisini ringja til Talgildu Føroyar á telefon 1881 mánadag til fríggjadag millum klokkan 8.00 og 16.30 ella skriva til 1881@talgildu.fo.
Til ber ikki biðja TAKS um hjálp til Samleikan.
Svar: Nei. Av trygdarávum útflýggjar TAKS ikki persónligar upplýsingar til triðjapart.
Brúkar maðurin Borgaragluggan, kann hann geva tær fulltrú at nýta sín glugga, so fært tú atgongd til upplýsingarnar tann vegin.
Svar: Nei. Av trygdarávum útflýggjar TAKS ikki slíkar upplýsingar um telefon ella teldupost.
Upplýsingarnar liggja á Borgaraglugganum og í Mínboks. Hevur tú ikki Mínboks, fært tú bræv í postkassan ein av døgunum frá 7. til 9. mars.
Um Borgaragluggan og Mínboks
Borgaragluggin er TAKS, tá tú hevur tíð. Har hevur tú altíð pappírini við hondina og kanst avgreiða flestøll viðurskifti við okkum 24/7. Hevur tú Samleikan, er bara at rita inn. Eingin umsókn krevst.
> Les um Borgaragluggan
> Vitja heimasíðuna hjá Borgaragluggan
Mínboks er á Vanganum. Tú ritar inn á Vangan við Samleikanum. Hevur tú ikki Samleikan, vitja heimasíðuna hjá Vanganum, vel “Fá tær Samleikan” niðarlaga á síðuni, og tú ert á veg.
Svar: Avlopsskatturin verður á kontu 22. mars.
Vilt tú broyta kontunummarið til avlopsskattin, kanst tú gera tað á Borgaraglugganum ella maila nýggja nummarið til okkara á taks@taks.fo. Á Borgaraglugganum er freistin 16. mars klokkan 16. Við maili er freistin 13. mars á midnátt.
Á Borgaraglugganum broytir tú undir Grundupplýsingar/fulltrúir > Kontaktupplýsingar.
Svar: Ja. Hevur tú havt eitt v-tal í 2022, skalt tú lata inn roknskap.
Roknskapurin skal tastast inn á Borgaraglugganum og latast inn saman við sjálvuppgávuni.