Skriva út

Ognaruppgerð

Ein ognaruppgerð er ein uppgerð hjá tær yvir ogn tína. Skalt tú lata inn roknskap, ella eru broytingar í ognum ella fíggjarligum rættindum tínum í fjør í mun til fyrrárið, so skalt tú lata inn ognaruppgerð.

Innlatingarfreistin er 1. mai 2023

Soleiðis fært tú ognaruppgerðina
  • Hevur tú roknskaparskyldu, fært tú uppgerðina sendandi frá TAKS automatiskt.
  • Hevur tú ikki roknskaparskyldu, fært tú uppgerðina við at venda tær til kundatænastu okkara. Ring 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella skriva til taks@taks.fo.
Soleiðis letur tú ognaruppgerðina inn
  • Maila hana til taks@taks.fo ella send við brævi til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn.
Hvat skal við í uppgerðina, og hvat skal ikki?

Hetta skal við

  • fastogn (grundøki við ella uttan ástandandi húsum og hús á øki hjá øðrum),
  • bilar, bátar, innbúgv og annað leysafæ,
  • vørur, ráevni og maskinur,
  • peningur, útistandandi skuld, partabrøv og aðrir partar í feløgum,
  • list, frímerkjasøvn og skartgripir, sum hava eitt virði á meira enn 25.000 kr.
  • ogn hjá børnum undir 16 ár – hjá børnum í parlagi í uppgerðina hjá tí, sum hevur foreldramyndugleikan, hjá børnum í hjúnalagi í uppgerðina hjá tí, sum foreldrini gera av.

Hetta skal ikki við

  • arvur ella gáva, har tilskilað er, at í fyrstu syftu skal annar persónur hava inntøkuna, og at ein ikki sjálv/ur ræður yvir ognini hesa tíðina,
  • arvur ella gáva, har tilskilað er, at inntøkan í fyrstu syftu skal goymast, og at ein ikki sjálv/ur skal ráða yvir hvørki ogn ella inntøku hesa tíðina,
  • nýtslurættindi til tíðarásett gjøld ella ágóðar, t.d. rættindi til eftirløn, lívrentu, leigufrían bústað, høld o.tíl.
Brúk fyri hjálp til ognaruppgerðina?

Spyr kundatænastu okkara

Ring 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella skriva til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.