Um einstaklingsvirki og íognarfeløg siga vit stundum, at tey eru sjálvstøðugt vinnurekandi, men hvussu verður hugtakið vinnurekandi nágreinað? Nær rekur man vinnu, og nær rekur man ikki?
Um tað er at siga, at einki fast mark er millum vinnuligt og ikki-vinnuligt virksemi. Mett verður um tað í hvørjum einstøkum føri. Hugt verður til dømis eftir:
- um høvuðsendamálið er at fáa peningaligan vinning,
- um útlit eru til, at virksemið innan ávísa tíð gevur avlop í mun til íløgurnar (rentabilitetur),
- um eitt hall bert snýr seg um t.d. byrjanartrupulleikar,
- um kannað er áðrenn byrjan, um virksemið kann bera seg (fíggjarætlanir o.a.),
- um skattgjaldarin lýkur fakligar fortreytir at reka slíkt virksemi,
- um onnur enn vinnulig endamál eru við virkseminum,
- um – ella í hvønn mun – skattgjaldarin kann brúka rakstrargøgnini til egið brúk,
- um virksemið møguliga kundi verið selt øðrum til vinnuligan rakstur,
- um rakstrarhátturin er vanligur fyri slíkt virksemi,
- um virksemið verður rikið so, sum væntast kann í slíkari vinnu (professiónalitetseyðkenni).
Einki punkt avger einsamalt, um talan er um vinnu. Tað veldst eisini um slag á virksemi, og um tað kastar nakað av sær.
Inntøka av ikki-vinnuligum virksemi verður skattað sum nettoinntøka
Tað er, at góðtiknar verða bert útreiðslur, ið svara til ársins inntøku, so at úrslitið í skattligum høpi verður null. Hall kann ikki dragast frá í aðrari inntøku og ikki førast fram til onnur ár.
Hvussu við útróðri?
Útróður verður vanliga roknaður sum vinnuligur, um avreitt verður fyri yvir 150.000 krónur brutto um árið. Verður avreitt fyri minni, verður ítøkilig meting gjørd.