Skriva út

Skattauppgerð

Ein skattauppgerð er ein uppgerð hjá TAKS yvir, hvat man hevði í inntøku og frádrátti síðsta álmanakkaár. Út frá tí roknar TAKS skattin hjá einum tað árið.

Fyrst í mars fáa nógv bræv um skattauppgerð sendandi.

Um tú fært skattauppgerð, skalt tú kanna, um hon er røtt

Er hon røtt, skalt tú ikki gera meira. So er skatturin hjá tær í lagi.

  • Er hon skeiv, ella manglar okkurt, skalt tú lata inn sjálvuppgávu
  • Sjálvuppgávan skal tastast inn á Borgaraglugganum
  • Freistin er 1. mai 2023
  • Les um sjálvuppgávu
Um tú onga skattauppgerð fært

Fært tú onga skattauppgerð, kann tað vera tí, at tú hevur eitt einstaklingsvirki ella eitt íognarfeløg, hevur uttanlandsinntøku ella leigar út og gevur upp við roknskapi. Í staðin fyri bræv um skattauppgerð, fært tú tá bræv um sjálvuppgávu.

Hvør hevur ábyrgd av, at skattauppgerðin er røtt?

Tað hevur tú.

Tølini hjá TAKS eru bert ein meting, sum er gjørd út frá teimum upplýsingum, sum TAKS hevur atgongd til, antin frá a-skattaskipanini ella frá upplýsingum, sum tú hevur givið TAKS.

Vilt tú broyta kontunummarið til avlopsskattin?

Vísir skattauppgerðin, at tú eigur pengar til góða, fært tú teir á kontu mikudagin, 22. mars. Vilt tú broyta kontunummarið, ger tað við maili til 17. mars og á Borgaraglugganum til 22. mars

  • Við maili: Send nýggja kontunummarið til taks@taks.fo. Freistin er 17. mars á midnátt.
  • Á Borgaraglugganum: Rita inn og broyt kontunummarið undir grundupplýsingar/fulltrúir > kontaktupplýsingar > broyt peningastovnskontu. Freistin er 22. mars klokkan 16.
Brúk fyri hjálp til skattauppgerðina?

Spyr kundatænastu okkara.

Ring 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella skriva til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.