Vilt tú broyta kontunummarið til avlopsskattin?
Hevur tú fingið avslopsskatt frá í fjør, er hann á kontu mikudagin, 22. mars. Vilt tú broyta kontunummarið, kanst tú gera tað við maili til 13. mars og á Borgaraglugganum til 16. mars.
Soleiðis gert tú
Við maili
Maila nýggja kontunummarið til taks@taks.fo. Freistin er úti 13. mars á midnátt.
Á Borgaraglugganum
Rita inn og broyt kontunummarið undir grundupplýsingar/fulltrúir > kontaktupplýsingar > broyt peningastovnskontu. Freistin er úti 16. mars klokkan 16.
Ikki roynt Borgaragluggan?
Borgaragluggin er TAKS, tá tú hevur tíð, og tú ritar inn við Samleikanum
- Hevur tú Samleikan? Rita inn á Borgaragluggan
- Hevur tú ikki Samleikan? Fá tær Samleikan (samleikin.fo)
- Les meira um Borgaragluggan