Freistir og mannagongdir
Hvat man skal gera, nær man letur inn, og hvar man lesur meira.
Skattauppgerð
Hevur TAKS sent tær eina skattauppgerð fyri 2023?
- Kanna, um uppgerðin er røtt
- Er hon røtt, skalt tú ikki gera meira
- Er hon skeiv, ella manglar okkurt, skalt tú lata inn sjálvuppgávu
- Les meira um skattauppgerð
Sjálvuppgáva
Hevur TAKS sent tær bræv um, at tú skalt lata inn sjálvuppgávu fyri 2023?
- Freistin er 1. mai 2024
- Sjálvuppgávan skal tastast inn á Borgaraglugganum
- Les meira um sjálvuppgávu
Kapitalvinningsuppgerð
Hevur TAKS sent tær kapitalvinningsskattauppgerð fyri 2023?
- Kanna, um uppgerðin er røtt
- Er hon røtt, skalt tú ikki gera meira
- Er hon skeiv, ella manglar okkurt, skalt tú lata inn kapitalvinningssjálvuppgávu
- Les meira um kapitalvinningsuppgerð
Kapitalvinningssjálvuppgáva
Hevur TAKS sent tær bræv um, at tú skalt lata inn kapitalvinningssjálvuppgávu fyri 2023?
- Freistin er 1. mai 2024
- Kapitalvinningssjálvuppgávan skal tastast inn á Borgaraglugganum
- Les meira um kapitalvinningssjálvuppgávu
Roknskapur
Ert tú sjálvstøðugt vinnurekandi ella leigar út, so skalt tú lata inn roknskap.
- Freistin er 1. mai 2024
- Roknskapurin skal tastast inn á Borgaraglugganum saman við sjálvuppgávuni
- Les meira um roknskap
Ognaruppgerð
Vóru broytingar í ognum tínum í fjør í mun til fyrraárið, so skalt tú lata inn ognaruppgerð.
- Freistin er 1. mai 2024
- Uppgerðin skal sendast til taks@taks.fo ella til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn
- Les meira um ognaruppgerð
Skal onkur orðna sjálvuppgávuna fyri teg á Borgaraglugganum?
Gev viðkomandi eina fulltrú til at nýta tín Borgaraglugga. Tú kanst geva hana á Borgaraglugganum og við brævi.
Á Borgaraglugganum
- Rita inn og gev fulltrúina undir grundupplýsingar/fulltrúir > fulltrúir.
- Freistin er 1. mai.
Við brævi
- Heinta fulltrúina (PDF), fyll út og send.
- Freistin er 19. apríl. Tá skal brævið vera framkomið. Fimm dagar kunnu ganga, áðrenn útborið verður, so send í góðari tíð.