Skriva út

Fríir ágóðar

Fríir ágóðar eru fíggjarligar sømdir, sum man fær frá arbeiðsplássinum aftur at lønini. Eitt nú frían bil og bústað, tó at tað er ikki fríari enn so, at ofta skal skattur rindast av tí.

Tað ger man við at skriva virðið á ágóðanum í sjálvuppgávuna ella fyribilsskattaskrásetingina, og so trekkir TAKS skattin saman við skattinum av lønini. Síggj virðið á ágóðum í Árligum virðisásetingum hjá TAKS undir snarslóðum.

Fríur bilur

Hvat er fríur bilur?

Ein fríur bilur er ein firmabilur, sum eitt arbeiðspláss eigur, og sum man brúkar privat sum starvsfólk. Tað hevur einki at siga, um hann fyri tað mesta verður brúktur til arbeiðskoyring ella bara skal brúkast til tað. Verður hann brúktur privat – einaferð er nóg mikið – er hann fríur.

Verður bilurin bara brúktur til arbeiðskoyring, er tað ein arbeiðsbilur. Ein slíkur skal vera sjónliga frámerktur við navni, búmerki ella øðrum eyðkenni hjá arbeiðsplássinum, sum eigur hann.

Nýtslan av fríum bili er skattskyldig

Virðið, sum man skal skattast av, sæst í árligum virðisásetingum hjá TAKS. Tað er sett eftir, at koyrdir verða 10.000 km privat um árið. Koyrir man minni, minkar virðið samsvarandi, men koyringin skal prógvast, eitt nú við einum skjali, sum vísir koyringina. Koyrir man meira enn 10.000 km, ávirkast virðið ikki.

Orðna tín fría bil á Borgaraglugganum

Rita inn, vel sjálvuppgáva > b-inntøka og útfyll teig 251. Er sjálvuppgávan longu innlatin, vel so sjálvuppgáva > broyt skattauppgerð > b-inntøka og útfyll teig 251.

Virðið, sum kemur kemur fram, svarar til eina koyring á 10.000 kilometrar. Verður koyrt minni, rætta so talið, viðfest skjal, sum vísir veruligu koyringina, og trýst á send. Tað kann vera, at arbeiðsplássið hevur upplýst fyri TAKS, at man hevur frían bil. Tá stendur longu eitt tal í teigi 251.

Men hvat er arbeiðskoyring, og hvat er privatkoyring?

Reglan er, at fyri at vera arbeiðskoyring, skal koyringin vera ein partur av uppgávunum hjá arbeiðsplássinum, sum eigur bilin. Er hon ikki tað, er tað privatkoyring.

Arbeiðskoyring er eitt nú koyring í sambandi við fundir, umboðan og innkeyp til virksemið hjá arbeiðsplássinum. Privatkoyring eitt nú koyring í sambandi við egin ørindi, sum eru longri enn 200 metrar frá arbeiðsrutuni, og koyring uttan fyri arbeiðstíð yvirhøvur, kanska til ein fótbóltsdyst ella eitt møti. Vanliga er koyring millum heim og arbeiði eisini privatkoyring.

Dømi: Ein maður fer við arbeiðsbilinum á arbeiðsfund. Á vegnum fer hann í ein handil at keypa dóttrini eina bók, sum hon manglar í skúlanum. Handilin er 300 metrar frá rutuni. sum hann annars kuldi koyrt, um hann fór beint á arbeiðsfundin. Her er talan um privatkoyring, tí tað eru meira enn 200 metrar frá rutuni.

Niðanfyri nærgreina vit regluna um privatkoyring og arbeiðskoyring og nevna undantøk.

Hendingakoyring millum heim og arbeiði

Tað kann vera arbeiðskoyring at koyra millum heim og arbeiði. Tá skal tað: 1) vera avtalað við arbeiðsplássið, 2) vera í mesta lagi 25 ferðir um árið, 3) greitt loysa seg betur fíggjarliga hjá arbeiðsplássinum, 4) koyrast beint heim og beint aftur til arbeiðis næsta arbeiðsdag, t.e. at bilurin skal ikki nýtast til privatkoyring yvirhøvur.

Dømi: Ein kona býr í Sørvági og arbeiðir í Havn. Ofta er hon á fundi á bygd, og nú skal hon á fund á flogvøllinum í tveir fylgjandi dagar og fer vestur í bilinum hjá arbeiðsplássinum. Her loysir tað seg greitt betur fíggjarliga fyri arbeiðsplássið, at hon tekur arbeiðsbilin við heim til hús í Sørvági ímillum hesar báðar fundardagar heldur enn at koyra aftur til Havnar.

At koyra saman til arbeiðis í arbeiðsbili

At koyra saman til arbeiðis í arbeiðsbili er arbeiðskoyring, um man fær løn, frá tí at man fer frá húsum. Víst verður til landsskattanevndaravgerð nr. 05/1992 (PDF).

Tilkallivakt

Tað er arbeiðskoyring at hava arbeiðsbil við heim í sambandi við tilkallivakt.

Tilkallivakt er, at man heima við hús fyri samsýning er bundin at arbeiðsuppgávu uttan fyri vanliga arbeiðstíð. Verður tilkallað, skal man ikki kunna senda kallið víðari til annan, og man skal kunna møta upp beinanvegin, vera væl fyri og edrúur. Annars er tað ikki tilkallivakt.

Til ber ikki at hava tilkallivakt alt árið. Er man kortini altíð tøkur, so hevur man frían bil. Koyring í sambandi við arbeiðsrelateraðar uppgávur er tá arbeiðskoyring, og øll onnur koyring er privat.

Koyring hjá sølufólki

Tað er arbeiðskoyring at koyra millum arbeiðspláss og kundar. Tað er privatkoyring at koyra millum heim og kundar, tó at eru fleiri kundar sama dag, er tað privatkoyring millum heim og fyrsta kunda og millum síðsta kunda og heim. Restin er arbeiðskoyring.

Serútgjørdir bilar

Tað er arbeiðskoyring at koyra millum heim og arbeiði í serútgjørdum bili, sum vanliga ikki kann nýtast til annað enn tað, hann er serútgjørdur til. Ein saltbilur ella oljubilur til dømis. Sama er tað arbeiðskoyring at koyra millum heim og arbeiði í bili, sum er serútgjørdur við tólum, eykalutum ella tílíkum, og man dagliga hevur skiftandi arbeiðsstøð. Verður bilurin brúktur til privatkoyring annars, er talan um frían bil.

At læna bil frá arbeiðsplássinum

Lænir man bil frá arbeiðsplássinum, skal arbeiðsplássið senda tær rokning fyri tað, tí tað skal ikki hava útreiðslur av tí. Lænir man regluliga bil frá arbeiðsplássinum, er talan um frían bil.

Dømi: Eitt starvsfólk lænir vøruvognin hjá arbeiðsplássinum til at flyta innbúgv. Frá tí at starvsfólkið fer við bilinum, og til tað setir hann aftur, eru koyrdir 52 km. Rokning til starvsfólk: 3,2*52 = 166,4 kr. Mvg er íroknað.

Man hevur skyldu til at hava viðurskifti síni við TAKS í lagi

Hevur man frían bil, skal man upplýsa TAKS um tað. Hevur arbeiðsplássið gjørt tað, hevur man skyldu til at rætta upplýsingarnar, um tær ikki passa við veruligu nýtsluna.

Fríur kostur

Fríur kostur er skattskyldigur.

Virðið, sum skal skattast, sæst í árligum virðisásetingum hjá TAKS. Tað vísir virðið pr. dag fyri eina, tvær og tríggjar máltíðir. Man faldar so viðkomandi krónutal við talinum á døgum, sum man hevur fingið máltíðirnar, og setir virðið í teig 292 í sjálvuppgávuni.

Fríur bústaður, streymur og hiti

Fríur bústaður er skattskyldigur. Sama eru streymur og hiti.

Virðini, sum skulu skattast, síggjast í árligum virðisásetingum hjá TAKS. Hevur man ikki fingið onkran ágóða í heilt eitt ár, ella hevur man goldið part av honum sjálvur, skal virðið minkast samsvarandi.

Í sjálvuppgávuni skal virðið á fríum bústaði í teig 291, fríum hita í 293 og fríum streymi í 294.

Frí telda og telefon

Man rindar ikki skatt av fríari teldu og telefon.

Treytin er, at man hevur fingið tær at ráða yvir í sambandi við arbeiðið. Verða tær so harumframt nýttar privat, rindar man ikki skatt av tí.

Frí ferð og fríur bústaður, um man ikki býr í Føroyum

Man rindar ikki skatt av fríari ferð og fríum bústaði, sum man fær at ráða yvir í Føroyum, um man bara er her í styttri tíðarskeið og ikki flytur bústað higar.

Við styttri tíðarskeið meinast við ikki fleiri enn 180 dagar samanlagt í 12 mánaðir.

Virði á egnum arbeiði

Man rindar ikki skatt av at gera eitt arbeiði hjá sær sjálvum, sum onnur annars skuldu gjørt fyri pengar. Tó galda hesar reglur:

Handverkarar

Er man handverkari, rindar man skatt av mistari inntøku svarandi til vanliga arbeiðstíð, um missurin kemst av, at man hevur skapt varandi virðir fyri seg sjálvan ella onnur í faki sínum. Sama, tá ið handverkarar gera gerðabýti.

Ikki-handverkarar

Er man annað enn handverkari, rindar man skatt av mistari inntøku svarandi til vanliga arbeiðstíð, um missurin kemst av, at man hevur arbeitt fyri seg sjálvan í faki sínum, og tað ikki burturav er gjørt í vanligari frítíð.

At hjálpa til

Man rindar ikki skatt av arbeiði, sum man í hjálpsemi ger fyri onnur uttan at taka nakað afturfyri. Arbeiðið er tó at meta sum gáva, ið er skattskyldig hjá móttakaranum.

Brúk fyri hjálp til fríar ágóðar?

Vita Vegleiðing at geva upp skatt (PDF).

Spyr eisini kundatænastu okkara

Ring 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella skriva til taks@taks.fo.