Skriva út

Fyribilsskattaskráseting

Fyribilsskattaskráseting er tað at geva TAKS boð um broytingar, sum man hevur í inntøku ella frádrátti, og sum TAKS ikki er vitandi um. Til dømis um man fær løn uttan fyri skattaskipanina, ella um verandi støða broytist, so at ein gomul fyribilsskattaskráseting má rættast.

So roknar TAKS rættan skatt.

Nær brúkar man fyribilsskattaskráseting?

Tað ger man til alla broyting í løn og frádrátti, sum TAKS ikki er vitandi um. Til dømis um man fær løn uttan um afturhaldsskipanina (b-inntøku), ella um verandi støða broytist, so at ein gomul fyribilsskattaskráseting má rættast.

Fær man hinvegin bara løn gjøgnum afturhaldsskipanina (a-inntøku), skal man ikki brúka fyribilsskattaskráseting.

Fyribilsskattaskráseting verður gjørd á Borgaraglugganum

Soleiðis ger man

Hvat ger TAKS við upplýsingarnar?

TAKS skrásetir tær í telduskipan síni og roknar so nýggja skattin. Hann rindar tú mánaðarliga við inngjaldskorti, sum tú fært sendandi.

Fortel mær meira um Borgaragluggan