Kapitalvinningsuppgerð
Hevur tú fingið bræv við kapitalvinningsskattauppgerð fyri 2023 og vilt vita meira, so ert tú komin rætt.
Hvat er ein kapitalvinningsuppgerð?
Hvat skal man gera við hana?
Man skal kanna, um hon er røtt.
- Er hon røtt, skal man ikki gera meira, tí so er skatturin í lagi
- Er hon skeiv, ella manglar okkurt, skal man lata inn kapitalvinninssjálvuppgávu.
- Les um kapitalvinningssjálvuppgávu
Tú hevur ábyrgdina av, at tín kapitalvinningsuppgerð er røtt
Uppgerðin, sum tú hevur fingið sendandi frá TAKS, er bara ein meting, sum TAKS hevur gjørt út frá teimum upplýsingum, sum stovnurin hevur atgongd til, antin gjøgnum bankan, sum umsitur viðkomandi virðisbrøv, gjøgnum felagið, sum hevur útskrivað tey, ella gjøgnum samskifti við teg.
Um man ikki fær bræv um kapitalvinningsuppgerð
Fær man ikki bræv um kapitalvinningsuppgerð, kann tað vera tí, at man selt partabrøv ella onnur virðisbrøv síðsta ár.
Tá fær man í staðin bræv um at lata inn kapitalvinningssjálvuppgávu.
Brúk fyri hjálp til kapitalvinningsuppgerðina?
Vita Vegleiðing at geva upp skatt (PDF).
Spyr eisini kundatænastu okkara
Ring 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella skriva til taks@taks.fo.