Skriva út

Roknskapur

Ert tú sjálvstøðugt vinnurekandi ella leigar út við roknskapi, so skalt tú lata inn roknskap saman við sjálvuppgávuni og kanst lesa um hann her.

Innlatingarfreistin er 1. mai 2024

 

Hvat er ein roknskapur?

Ein roknskapur er eitt yvirlit yvir inntøkur og útreiðslur og vísir fíggjarliga úrslitið hjá einum virksemi. Man letur inn roknskap, um man leigar út við roknskapi ella er sjálvstøðugt vinnurekandi, t.e. um man hevur eitt einstaklingsvirki ella eitt íognarfelag.

Roknskapurin skal latast inn á Borgaraglugganum

Rita inn og vel sjálvuppgávan 2023 > sjálvuppgáva > fyll út sjálvuppgávu > b-inntøkur.

Tasta so úrslitið av roknskapinum inn í viðkomandi teig og viðheft útfyltan roknskaparleist. Leinkið til leistin kemur fram við teigin, har úrslitið av roknskapinum skal skrivast. Leisturin kann eisini heintast her á síðuni undir snarslóðum.

Seks leistir eru

Fýra til ávikavist húsaleigu, hýruvogn, landbúnað og útróður, og tveir til aðrar vinnugreinar; annar uttan løn og avskriving, hin við løn og/ella avskriving. Niðanfyri eru videodømi um, hvussu tveir av leistunum verða útfyltir. Hinir verða útfyltir samsvarandi. 

Ber av serligum orsøkum ikki til at nýta leistirnar á Borgaraglugganum, kunnu teir í undantaksføri heintast her á síðuni undir oyðubløðum. Fyll út og lat inn saman við sjálvuppgávuni á Borgaraglugganum.

Fortel meira um Borgaragluggan

Klikk og hygg á taks.fo/meira-um-borgaragluggan.

Bókhaldskrøv o.a.

Bókhaldskrøv

  • Allar skrásetingar skulu kunna lesast aftur til skattligu uppgerðirnar.
  • Tølini í skattauppgerðini skulu kunna loysast upp í tey tøl, tey eru samansett av.
  • Nettosølan skal vísast fyri seg og skal gerast upp við atliti at tilgóðahavandi fyri vørusølu og tænastur við ársbyrjan og ársenda.
  • Vørunýtsla, lønir, aðrar starvsfólkaútreiðslur og kostnaðir annars skulu upplýsast serstakt eftir slagi.
  • Eru útreiðslur nýttar til støðisfæ ella privata nýtslu, skulu flytingarnar upplýsast serstakt fyri hvønn kostnað sær.
  • Avskrivingar, sum stava frá staðfestum tapi upp á skuldarar, skulu vísast serstakt.
  • Støðisfæ, sum verður avskrivað, skal sundurliðast, so at ansast kann eftir avskrivingargrundarlagnum.
  • Árligar avskrivingar skulu vísast fyri seg í roknskapinum, sundurliðaðar eftir slagi á støðisfæi.
  • Fyri bygningar o.a., sum verður avskrivað, skulu útveganarár og útveganarpeningur upplýsast.
  • Fíggjarstøða við uppgerð yvir ogn og skuld við ársenda skal fyriliggja sum partur av roknskapinum.

Inntøka av ikki-vinnuligum virksemi verður skattað sum nettoinntøka

Tað er, at góðtiknar verða bert útreiðslur, ið svara til ársins inntøku, so at úrslitið í skattligum høpi verður null. Hall kann ikki dragast frá í aðrari inntøku og kann ikki førast fram til onnur ár.

Man hevur skyldu til at lata rætt og rættstundis inn

Tað kann geva sekt og meirskatt at lata inn ov seint og ikki at taka alla inntøku við. Hetta er sambært §§ 100, 103 og 139 í skattalógini.

Søkjast kann um longda innlatingarfreist

Serlig orsøk skal vera, eitt nú sjúka, og man skal ikki skylda aðrar skattauppgerðir. Send skrivliga umsókn til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn ella til taks@taks.fo.

Umsóknarfreistin er 29. apríl 2024.

Skal onkur orðna roknskapin fyri teg á Borgaraglugganum?

Gev viðkomandi eina fulltrú til at nýta tín Borgaraglugga. Tú kanst geva hana á Borgaraglugganum og við brævi.

Á Borgaraglugganum

  • Rita inn og gev fulltrúina undir grundupplýsingar/fulltrúir > fulltrúir.
  • Freistin er 1. mai.

Við brævi

  • Heinta fulltrúina (PDF), fyll út og send.
  • Freistin er 19. apríl, tá skal brævið vera framkomið. Fimm dagar kunnu ganga, áðrenn útborið verður, so send í góðari tíð.
Brúk fyri hjálp til roknskapin?

Best er at seta seg í samband við bókhaldara ella grannskoðara.

Vita eisini Vegleiðing at geva upp skatt (PDF) ella spyr kundatænastu okkara. Ring 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella skriva til taks@taks.fo.