Skriva út

Samdøgursfrádráttur

Samdøgursfrádráttur er daglig upphædd, sum – áðrenn skatturin verður roknaður – verður drigin frá skattskyldigu inntøkuni hjá DIS'arum og teimum, sum eru við norðurlendskum fiskiskipi ella ferðafólkaflogfari. Fyri at fáa frádráttin, skal arbeiðið vara í tveir mánaðir uttan slit ella í hundrað samdøgur í einum tólv mánaða tíðarskeiði.

Støddin á frádráttinum

Til og við 2023 hevur samdøgursfrádrátturin verið 300 krónur um samdøgrið.

Frá 2024 minkar samdøgursfrádrátturin stigvíst

  • Í 2024: 240 kr. um samdøgrið
  • í 2025: 180 kr. um samdøgrið
  • Í 2026 og frameftir: 120 kr. um samdøgrið