Ein skattauppgerð er eitt yvirlit hjá TAKS yvir, hvat man hevði í inntøku og frádrátti síðsta ár, sum TAKS veit. Út frá tí roknar TAKS skattin hjá einum tað árið.
Fyrst í mars fáa nógv eina skattauppgerð sendandi frá TAKS
Tað, sum man skal gera við hana, er at vita, um hon er røtt
- Er hon røtt, skal man ikki gera meira, tí so er skatturin í lagi
- Er hon skeiv, ella manglar okkurt, skal man lata inn sjálvuppgávu
- Les um sjálvuppgávu