Fiskiveiðuinntøka er skattskyldig eftir § 25a í skattalógini. Viðgjørd verður hon eftir grein 15, nr. 4, litra b, í tvískattasáttmálanum millum tey norðurlendsku londini.
Sáttmálan finnur tú undir snarslóðum her á síðuni saman við øðrum lógarligum tilvísingum.
Føroyingar við norðurlendskum fiskiskipum
Føroyingar við norðurlendskum fiskiskipum skulu gjalda allan skattin í Føroyum. Áðrenn loyst verður, skulu teir lata landinum, har skipið hoyrir heima, eina váttan um skattskyldu í Føroyum. Síðan sleppa teir undan at gjalda skatt í arbeiðslandinum. Váttanin fæst við at venda sær til TAKS.
Føroyingar við grønlendskum fiskiskipum
Føroyingar við grønlendskum fiskiskipum skulu geva inntøkuna upp í Føroyum, men gjalda bert skatt í Grønlandi av inntøkuni. Í Føroyum verður bert kravt gjald til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, 3% av skattskyldigu inntøkuni.
Føroyingar við øðrum útlendskum fiskiskipum
Føroyingar, sum sigla við øðrum útlendskum fiskiskipum enn norðurlendskum og grønlendskum, skulu skattast í Føroyum av inntøkuni, men um so er, at skattur er goldin uttanlands, verður frádráttur givin í føroyska skattinum fyri goldnan skatt, tó í mesta lagi tann skatt, sum fellur á inntøkuna.
Inntøka og frádráttur
Inntøka frá øðrum londum enn Norðurlondum hevur rætt til frádrátt eftir § 25 b í skattalógini. Tá inntøkan verður uppgjørd, kunnu 30% dragast frá inntøkuni, tó í mesta lagi kr. 120.000. Av restini verða latin 35% í skatti og arbeiðsmarknaðargjald á 3% av skattskyldigu inntøkuni.
Frá 1. januar 2024 er stigvís minking í frádráttinum:
Fyri 2024 er frádrátturin í mesta lagi kr. 96.000
Fyri 2025 í mesta lagi kr. 72.000.
Fyri 2026 og frameftir í mesta lagi kr. 48.000.
Harumframt hava persónar, ið sigla við fiskiskipum í Norðurlondum, rætt til samdøgursfrádrátt. Frádrátturin er fyri meirútreiðslur til kost, húsaleigu, ferðing, flutning ella sjúkra- og vanlukkutrygging. Treytin fyri at fáa samdøgursfrádrátt er, at arbeiðið er í tveir mánaðir uttan slit ella 100 samdøgur í einum 12 mánaða tíðarskeiði. Les meira um samdøgurfrádrátt í partinium omanfyri.
Frá 1. januar 2024 verður eisini samdøgursfrádrátturin stigvíst minkaður
Í 2024 er samdøgursfrádrátturin 240 kr. um samdøgrið. Í 2025 er hann 180 kr.. Í 2026 og frameftir er hann 120 kr.
Serskilt v-tal til persónar
Tann, sum er við fiskiskipi, kann søkja um serskilt v-tal fyri at skatta inntøkuna í fyribilsárinum. Skipanin virkar á tann hátt, at tá flytur viðkomandi løn sína gjøgnum lønarportalin, so hvørt hon kemur á kontu.
Tá ið lønin fer um skipanina, eftirheldur TAKS skatt, arbeiðsmarknaðareftirlønargjald og heilsutrygdargjald. Gjald til ALS og barsilsgrunn verður ikki trekt. Tað er ábyrgdin hjá hvørjum einstøkum at skráseta seg hjá hesum grunnum.
Neyvari frágreiðing verður givin, tá skrásetingarskjalið til serskilt v-tal til persónar er innlatið og góðkent. Tú finnur skjalið undir oyðubløðum her á síðuni. Tað eitur Skrásetingarskjal til serskilt v-tal, persónar.