Útleiga
Leigar man út, skal leigan skattast. Tað verður gjørt við roknskapi ella bruttoskatti, alt eftir leiguslagi.
- Við roknskapi, um man leigar út til fyritøku, til dømis Airbnb.
- Við roknskapi, um man leigar út til privatfólk í minni enn tríggjar mánaðir.
- Við roknskapi ella bruttoskatti, um man leigar út til privatfólk í tríggjar mánaðir ella longri.
Við roknskapi
- Rita inn á Borgaragluggan
- Vel sjálvuppgávan > sjálvuppgáva > fyll út sjálvuppgávu > b-inntøkur
- Vel teigarnar 230 ella 330, alt eftir um leigan hevur givið inntøku ella hall
- Tasta úrslitið inn og viðheft útfyltan roknskaparleist
- Lat inn
Tú kanst eisini heinta roknskaparleistin her undir snarslóðum, fyll út og viðheft á Borgaraglugganum.
Við bruttoskatti
- Rita inn á Borgaragluggan
- Vel sjálvuppgávan > húsaleiga
- Fyll út og lat inn
Ber av serligum orsøkum ikki til at nýta leistirnar á Borgaraglugganum, kunnu teir í undantaksføri heintast her á síðuni undir oyðubløðum. Fyll út og lat inn saman við sjálvuppgávuni á Borgaraglugganum.
Fortel meira um Borgaragluggan
Klikk og hygg á taks.fo/meira-um-borgaragluggan.
Verður leigað til fyritøku, skal leigan gevast upp við roknskapi. Hvat fyritøkan brúkar leigumálið til, hevur ikki týdning. At leiga til Airbnb er at leiga til fyritøku.
Gevast skal eisini upp við roknskapi, um leigað verður út til privatfólk í minni enn tríggjar mánaðir, ella um leigarin ikki hevur adressu á staðnum. Hann brúkar tað til dømis sum feriubústað ella fyribilsbústað eina tíð, samstundis sum hann hevur aðra adressu.
Húsaleiga við roknskapi verður skattað sum vanlig inntøka. Hevur man aðra inntøku, ávirkar húsaleigan skattaprosentið á hesi inntøku.
Dømi, tá ið húsaleiga verður givin upp við roknskapi | |||
Árlig leiguinntøka | 60.000 kr. | ||
Frádráttur | |||
Brunatrygging | - 1.500 kr. | ||
Oljufýrviðlíkahald | - 500 kr. | ||
El og olja | - 10.000 kr. | ||
Rentur (eigari fær ikki rentustuðul) | - 20.000 kr. | ||
At skatta | 28.000 kr. | ||
Tá ið partur av húsum verður útleigaður
Í døminum omanfyri verða heil hús útleigað. Verður nú bert ein partur av húsunum útleigaður, skal hetta takast við í roknistykkið. Eru húsini 200 fermetrar, og 50 fermetrar verða leigaðir út 150 dagar um árið, so skulu útreiðslurnar fyrst lækkast í mun til fermetrarnar, t.e. 50/200, og síðan í mun til dagatalið, t.e. 150/365. Inntøkan verður tald saman, og síðan verða útreiðslur drignar frá í tann mun, tær eru knýttar at inntøkuni. Tað merkir, at verða eini hús útleigað 150 dagar um árið, so ber til at draga frá 150/365 partar av útreiðslunum til el, olju, trygging og tílíkt.
Viðlíkahaldsútreiðslur kunnu dragast frá, áðrenn skatturin verður roknaður
Talan er um útreiðslur til slit og brek, sum leigarin ger á leigumálið. Tá ið so er, verður mett um livitíðina á vøruni, og viðlíkahaldsútreiðslurnar kunnu so dragast frá í mun til livitíðina. Livitíðin hjá eini vaskimaskinu er t.d. mett til 15 ár. Verður hon umvæld fyri slit, kann 1/15 av viðlíkahaldsútreiðslunum dragast frá fyri hvørt ár, sum maskinan hevur verið partur av tí útleigaða. Útreiðslur at klárgera hús ella íbúð til útleigingar kunnu ikki dragast frá sum viðlíkahaldsútreiðslur. Hetta er tí, at talan er stovningarútreiðslur.
Undir snarslóðum er skjal um frádráttarmøguleikar og livitíð fyri aðrar vørur í sambandi við húsaleigu.
Avskrivingar
Í summum førum kann innbrúgv avskrivast sambært avskrivingarlógini. Verða hús útleigað burturav, kunnu avskrivingar gerast eftir 1. kapitli í avskrivingarlógini. Bert innbúgv kann tá avskrivast, ikki húsini. Í øðrum førum kann avskrivast eftir 2. kapitli í avskrivingarlógini. Tá verður avskrivað í mun til dagatal, sum útleigað verður.
Bruttoskattur kann bert brúkast, um leigað verður út beinleiðis til privatfólk í minst tríggjar mánaðir. Leigarin skal eisini búgva fast á staðnum.
Við bruttoskatti fær man ein árligan skattafrían frádrátt av leiguinntøkuni og rindar 25% í skatti av restini. Er árliga leiguinntøkan minni enn frádrátturin, er eingin skattur. Velur man bruttoskatt, er tað bindandi í trý fylgjandi inntøkuár. Skiftast kann ikki yvir til roknskap hesi árini.
Árligur frádráttur fyri árini 2018-2026 í kr. | ||||||||
2018 | 2019 | 2020 | 2021 | 2022 | 2023 | 2024 | 2025 | 2026 |
50.000 | 100.000 | 100.000 | 100.000 | 100.000 | 100.000 | 100.00 | 100.000 | 50.000 |
Dømi, tá ið húsaleiga verður givin upp sum bruttoskattur | |||
Árlig leiguinntøka | 110.000 kr. | ||
Frádráttur | |||
Skattafrí upphædd | - 100.000 kr. | ||
At skatta | 10.000 kr. | ||
Skattur, 25% | 2.500 kr. | ||
Tá ið fleiri eiga eini hús
Leiga fleiri persónar út eini hús, býta teir skattafríu upphæddina ímillum sín eftir ognarluti. Eiga til dømis Hanus og Jógvan helvt um helvt av einum útleigaðum húsum í 2020, er skattafría upphæddin hjá hvørjum teirra 50.000 kr. Eigur Hanus tríggjar fjórðingar og Jógvan ein fjórðing av húsunum, broytist skattafría upphæddin samsvarandi. Hanus fær 75.000 kr. og Jógvan 25.000 kr. Tað broytir einki, um annar gevur upp við roknskapi og hin sum bruttoskatt. Skattafría upphæddin hjá tí, sum gevur upp sum bruttoskatt, verður altíð ásett eftir hansara ognarluti.
Tá ið ein eigur fleiri hús
Leigar ein persónur út fleiri hús, er skattafría upphæddin framvegis kr. 100.000 í alt í 2021. Gevur hann tá upp sum bruttoskatt, skal hann nýta bruttoháttin fyri samlaðu leiguinntøkurnar frá øllum leigumálunum til bústaðarendamál.
- Vegleiðing at geva upp skatt (PDF)
- Rundskriv um útleigan av húsum og íbúðum
- Frádráttarmøguleikar og livitíð fyri vørur í sambandi við húsaleigu (PDF).
Spyr eisini kundatænastu okkara
Ring 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella skriva til taks@taks.fo.