Skriva út

Uttanlandsinntøka

Uttanlandsinntøka er inntøka, sum man hevur uttanlands, samstundis sum man hevur fulla skattskyldu í Føroyum. Hevði tú uttanlandsinntøku í 2023, so skalt tú skráseta inntøku og frádrátt á eitt fylgiskjal til sjálvuppgávuna og lata tað inn saman við henni.

Innlatingarfreistin er 1. mai 2024

 

Upplýsingarnar skulu tastast inn á Borgaraglugganum

Rita inn og vel sjálvuppgávan 2023 > fyll út sjálvuppgávu.

Ber av serligum orsøkum ikki til at nýta Borgaragluggan, lat tá inn við oyðublaðnum Sjálvuppgáva 2023 (PDF).

Upplýs, um tú hevur goldið skatt av inntøkuni uttanlands

Í Føroyum fært tú frádrátt fyri henda skatt, í mesta lagi tað, sum fellur á inntøkuna. Tú fært inntøkufrádrátt á 30% av inntøkuni um árið – tó í mesta lagi 120.000 krónur. Av skattskyldiga partinum verða goldin 35% í skatti.

Fiskimenn við norðurlendskum skipum

Fiskimenn við norðurlendskum skipum hava ikki nevndu frádráttarmøguleikar. Teir hava ein fiskiveiðufrádrátt á 14% av inntøku upp til kr. 470.000 ella í mesta lagi kr. 65.800. Teir hava eisini rætt til samdøgursfrádrátt á kr. 300 um dagin fyri meirútreiðslur av at arbeiða uttanlands.

Ert tú við øðrum skipi?

Klikk á "Útisiglarar" undir snarslóðum her á síðuni og les um skattaviðurskiftini hjá tær.

Norðurlendskar sosialveitingar

Norska Folketrygden og aðrar norðurlendskar veitingar, ið koma undir norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd, verða viðgjørdar sum skattur. Á sjálvuppgávuni skulu inngjøld til slíkar veitingar gevast upp sum goldin skattur uttanlands. So rindar ein møguliga tað minni í Føroyum.

Samdøgursfrádráttur

Til samdøgursfrádráttin skal dagatalið gevast upp. Dagatalið fevnir um dagar í arbeiðsørindum uttanlands og ferðadagar til og frá arbeiðsstaði. Samdøgursfrádráttur er ikki galdandi fyri inntøku, sum hoyrir undir § 25 b, stk. 1, í skattalógini.

Les meira um samdøgursfrádrátt undir snarslóðum.

Fríir ágóðar eru ofta skattskyldigir

Fríir ágóðar eru ókeypis sersømdir, sum arbeiðsgevari letur starvsfólki í sambandi við arbeiði, t.d. fríur kostur og fríur bústaður.

Hevur tú í sambandi við uttanlandsarbeiði fingið slíkar ágóðar, skulu teir við í sjálvuppgávuna. Hevur arbeiðsgevarin goldið fyri teir, sæst hetta møguliga á lønarseðlunum.

Les meira um fríar ágóðar undir snarslóðum. Har sær tú eisini talvu yvir virðini, ið sett eru á ymsar ágóðar. Talvan eitur Árligar virðisásetingar hjá TAKS.

Soleiðis verður arbeiðsútleigan skattað

Arbeiðsútleigan til Norðurlond

Arbeiðsútleigan til Norðurlond verður skattað sum lønarinntøka. Sum løntakari skalt tú geva hana upp, eins og tú skalt geva upp vistarhald, sum arbeiðsgevarin hevur rindað fyri.

Arbeiðsútleigan, har leigarin hevur rakstrarstað í arbeiðslandinum

Um leigarin hevur rakstrarstað í arbeiðslandinum, rindar hann lønina og avroknar skatt í landinum, har arbeiðið er gjørt (arbeiðslandinum).

Víðariútleigan til triðjaland

Ert tú sum løntakari útleigaður til Norðurland, og arbeiðsgevarin sendir teg víðari til triðjaland, skalt tú gjalda skatt í Føroyum. Tú fært frádrátt, um tú hevur goldið skatt til triðjalandið.

Skriva upphæddir í viðkomandi útlendska gjaldoyra

Hetta er galdandi fyri bæði inntøku, skatt, ágóða, eftirlønargjald o.a.

Nýt árligan miðalkurs ella dagskurs

  • Nýtir tú árligan miðalkurs, gang eftir talvuni yvir miðalkurs undir snarslóðum.
  • Nýtir tú dagskurs, viðlegg yvirlit og útrokning við dagskursi fyri hvørja lønarútgjalding sær.

Á Borgaraglugganum verður miðalkursurin innlisin sjálvvirkandi.

Man hevur skyldu til at lata rætt og rættstundis inn

Tað kann geva sekt og meirskatt at lata inn ov seint og ikki at taka alla inntøku við. Hetta er sambært §§ 100 og 139 í skattalógini.

Søkjast kann um longda innlatingarfreist

Serlig orsøk skal vera, eitt nú sjúka, og man skal ikki skylda aðrar skattauppgerðir. Send skrivliga umsókn til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn ella til taks@taks.fo.

Umsóknarfreistin er 29. apríl 2024.

Skal onkur orðna sjálvuppgávuna fyri teg á Borgaraglugganum?

Gev viðkomandi eina fulltrú til at nýta tín Borgaraglugga. Tú kanst geva hana á Borgaraglugganum og við brævi.

Á Borgaraglugganum

  • Rita inn og gev fulltrúina undir grundupplýsingar/fulltrúir > fulltrúir.
  • Freistin er 1. mai.

Við brævi

  • Heinta fulltrúina (PDF), fyll út og send.
  • Freistin er 19. apríl, tá skal brævið vera framkomið. Fimm dagar kunnu ganga, áðrenn útborið verður, so send í góðari tíð.
Brúk fyri hjálp til uttanlandsinntøkuna?

Vita Vegleiðing at geva upp skatt (PDF).

Spyr eisini kundatænastu okkara

Ring 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella skriva til taks@taks.fo.