Lurta

Freistir og mannagongdir

Hvat man skal gera, nær man letur inn, og hvar man lesur meira.

Skattauppgerð

Hevur TAKS sent tær eina skattauppgerð fyri 2024?

  • Kanna, um uppgerðin er røtt
  • Er hon røtt, skalt tú ikki gera meira
  • Er hon skeiv, ella manglar okkurt, skalt tú lata inn sjálvuppgávu
  • Les um skattauppgerð
Sjálvuppgáva

Hevur TAKS sent tær bræv um, at tú skalt lata inn sjálvuppgávu fyri 2024?

Kapitalvinningsuppgerð

Hevur TAKS sent tær kapitalvinningsskattauppgerð fyri 2024?

  • Kanna, um uppgerðin er røtt
  • Er hon røtt, skalt tú ikki gera meira
  • Er hon skeiv, ella manglar okkurt, skalt tú lata inn kapitalvinningssjálvuppgávu
  • Les um kapitalvinningsuppgerð
Kapitalvinningssjálvuppgáva

Hevur TAKS sent tær bræv um, at tú skalt lata inn kapitalvinningssjálvuppgávu fyri 2024?

Roknskapur

Ert tú sjálvstøðugt vinnurekandi ella leigar út, skalt tú lata inn roknskap.

  • Freistin er 1. mai 2025
  • Roknskapurin skal tastast inn á Borgaraglugganum saman við sjálvuppgávuni
  • Les um roknskap
Ognaruppgerð

Broyttust ognir tínar í fjør í mun til fyrraárið, skalt tú lata inn ognaruppgerð.

Skal onkur orðna sjálvuppgávuna fyri teg á Borgaraglugganum?

Gev viðkomandi eina fulltrú at nýta tín Borgaraglugga. Tú kanst geva hana á Borgaraglugganum og við brævi.

Á Borgaraglugganum

  • Rita inn og gev fulltrúina undir grundupplýsingar/fulltrúir > fulltrúir.
  • Freistin er 1. mai.

Við brævi

  • Heinta fulltrúina (PDF), fyll út og send.
  • Freistin er 19. apríl. Tá skal brævið vera framkomið. Fimm dagar kunnu ganga, áðrenn útborið verður, so send í góðari tíð.