Frádráttur av tapi
Tap av virðisbrøvum kann bert dragast frá kapitalvinningsskatti, ikki frá persónsskatti. Hevur tú tap av virðisbrøvum, so hevur tú ongan kapitalvinningsskatt at draga tapið frá. Tú kanst tó uttan tíðaravmarking flyta hall fram til komandi ár, til alt hallið er uppbrúkt.
Tap av virðisbrøvum kann koma av niðurskrivingum, ella tí at selur fyri minni, enn tú keypir. Til ber at hava ymisk tap av virðisbrøvum, alt eftir nær tú hevur keypt, og um tú hevur keypt í fleiri umførum. Minnist tú ikki keypsprísin, fært tú hann at vita frá staðnum, har tú keypti brøvini.
Tá ið tú tekur lán til virðisbrøv
Hevur tú fíggjað øll ella ein part av virðisbrøvum tínum við láni, tikið áðrenn 1. januar 2017, kanst tú draga renturnar av láninum frá í kapitalvinningssjálvuppgávuni. Tú kanst eisini flyta tap av slíkum rentuútreiðslum fram til komandi ár, tó í mesta lagi fimm ár fram.
Hevur tú virðisbrøv í útlendskum peningastovni?
Á TAKS fáa vit upplýsingar um virðisbrævaeigarar frá føroyskum peningastovnum og senda kapitalvinningssjálvuppgávu til øll, sum hava selt av sínum virðisbrøvum í álmanakkaárinum.
Vit fáa ikki upplýsingar um goymslur í útlendskum peningastovnum. Hevur tú havt slík virðisbrøv og hevur selt tey, hevur tú skyldu at lata inn kapitalvinningssjálvuppgávu við upplýsingum um vinning ella tap.
Tú kanst gera broytingar trý ár aftur
Vilt tú broyta kapitalvinningssjálvuppgávuna, skalt tú innan trý ár eftir lokið inntøkuár, leggja fram nýggjar upplýsingar, ið grundgeva broytingina. Hevur tú t.d. tap av partabrøvum í ár, skulu hesar upplýsingar latast inn til TAKS í seinasta lagi 31. desember um trý ár.
Sama er við rentuútreiðslum. Hevur tú havt rentuútreiðslur av at keypa partabrøv trý tey síðstu árini, og eru hesar ikki skrásettar hjá okkum, dettur frádráttarrætturin fyri fyrsta árið burtur tann 31. desember í ár.