Fyrst í mars fært tú sendandi eina kapitalvinningsuppgerð, sum vísir tín kapitalvinning síðsta álmanakkaárið. Er uppgerðin røtt, skalt tú ikki gera meira, tí so er kapitalvinningsskattur tín í lagi. Er hon skeiv, ella manglar okkurt, skalt tú senda TAKS eina kapitalvinningssjálvuppgávu við røttum upplýsingum.
> Les um kapitalvinningsuppgerð
> Les um kapitalvinningssjálvuppgávu