Nær verður avlopsskatturin útgoldin?
Svar: Avlopsskatturin verður útgoldin 26. mars.
> Vilt tú broyta kontunummarið til avlopsskattin?
Kann eg ringja til TAKS fyri at vita, um eg fái pengar aftur í skatti?
Svar: Nei.
Av trygdarávum útflýggjar TAKS ikki slíkar upplýsingar, hvørki um telefon ella teldupost.
Upplýsingarnar liggja á Borgaraglugganum og í Mínboks. Hevur tú ikki Mínboks, fært tú bræv í postkassan ein av døgunum frá 6. til 8. mars.
Kann eg broyta kontunummarið til avlopsskattin?
Svar: Ja.
Tú kanst gera tað á Borgaraglugganum og við maili.
Á Borgaraglugganum er freistin 20. mars klokkan 16. Rita inn og broyt undir Grundupplýsingar/fulltrúir > Kontaktupplýsingar.
Við maili er freistin er 16. mars á midnátt. Maila til taks@taks.fo og viðfest skjal við nýggja nummarinum og undirskrift tíni.