Hetta skal við
- Fastogn (grundøki við ella uttan ástandandi húsum og hús á øki hjá øðrum).
- Bilar, bátar, innbúgv og annað leysafæ.
- Vørur, ráevni og maskinur.
- Peningur, útistandandi skuld, partabrøv og aðrir partar í feløgum.
- List, frímerkjasøvn og skartgripir, sum hava eitt virði á meira enn 25.000 kr.
- Ogn hjá børnum undir 16 ár:
- hjá børnum í parlagi í uppgerðina hjá tí, sum hevur foreldramyndugleikan,
- hjá børnum í hjúnalagi í uppgerðina hjá tí, sum foreldrini bestemma seg fyri.
Hetta skal ikki við
- Arvur ella gáva, har tilskilað er, at í fyrstu syftu skal annar persónur hava inntøkuna, og at man ikki hevur ræði á ognini hesa tíðina,
- Arvur ella gáva, har tilskilað er, at inntøkan í fyrstu syftu skal goymast, og at man ikki hevur ræði á hvørki ogn ella inntøku hesa tíðina,
- Nýtslurættindi til tíðarásett gjøld ella ágóðar, t.d. rættindi til eftirløn, lívrentu, leigufrían bústað, høld o.tíl.