Ein sjálvuppgáva er eitt oyðublað, sum man skal lata inn til TAKS, um man leigar út, er sjálvstøðugt vinnurekandi ella hevur uttanlandsinntøku, herundir útlendska eftirløn. Í oyðublaðnum upplýsir man inntøku og møguligan frádrátt síðsta ár, og út frá tí roknar TAKS skattin hjá einum tað árið.
Hevur man fingið eina skattauppgerð, sum skal rættast – kanska tí at TAKS ikki veit av, at man hevur onkra av omanfyrinevndu inntøkum – so ger man tað eisini við eini sjálvuppgávu.
Um man leigar út
Man leigar út, tá man letur onkrum eitt høli at brúka fyri pening ella peningsvirði. Leigast kann út við roknskapi ella bruttuskatti.
- Leigar man út við roknskapi, skal man lata hann inn saman við sjálvuppgávuni á Borgaraglugganum. Har tastar man úrslitið av roknskapinum inn og viðheftir útfyltan roknskaparleist fyri húsaleigu.
- Leigar man út við bruttoskatti, viðheftir man ikki roknskap, men tastar beinleiðis inn á Borgaragluggan undir skattur > húsaleiga
- Les um útleigu
- Les um roknskap
Um man hevur uttanlandsinntøku
Man hevur uttanlandsinntøku, um man fær inntøku ella eftirløn aðrastaðni enn úr Føroyum, samstundis sum man hevur fulla skattskyldu her.
- Saman við sjálvuppgávuni skal man lata inn viðkomandi fylgiskjøl
- Fylgiskjøl skulu tastast inn á Borgaraglugganum eins og sjálvuppgávan
- Les um uttanlandsinntøku
Um man er sjálvstøðugt vinnurekandi
Man er sjálvstøðugt vinnurekandi, um man hevur eitt einstaklingsvirki ella eitt íognarfelag ella hevur vinnuligt virksemi aðramáta.
- Saman við sjálvuppgávuni skal man lata inn roknskap
- Roknskapurin skal latast inn á Borgaraglugganum eins og sjálvuppgávan
- Les um roknskap
Til ber ikki við einum orði at siga, um eitt virksemi er vinnuligt ella ikki. Metast má um, har hugt til dømis verður eftir:
- um høvuðsendamálið er at tjena pengar,
- um eitt hall bara kemst av t.d. byrjanartrupulleikum,
- um virksemið fer at geva avlop innan ávísa tíð í mun til íløgurnar,
- um man hevur kannað, um virksemið ber seg, áðrenn man fór í gongd,
- um rakstrarhátturin er vanligur fyri virksemið,
- um amboðini verða brúkt privat, og í hvønn mun,
- um man hevur nakrar fakligar fortreytir fyri at reka virksemið,
- um virksemið møguliga kundi verið selt øðrum til vinnuligan rakstur.
Einki punkt avger spurningin einsamalt.