Verður leigað til fyritøku, skal leigan gevast upp við roknskapi. Hvat fyritøkan brúkar leigumálið til, hevur ikki týdning. At leiga til Airbnb er at leiga til fyritøku.
Gevast skal eisini upp við roknskapi, um leigað verður út til privatfólk í minni enn tríggjar mánaðir, ella um leigarin ikki hevur adressu á staðnum. Hann brúkar tað til dømis sum feriubústað ella fyribilsbústað eina tíð, samstundis sum hann hevur aðra adressu.
Húsaleiga við roknskapi verður skattað sum vanlig inntøka. Hevur man aðra inntøku, ávirkar húsaleigan skattaprosentið á hesi inntøku.
Dømi, tá ið húsaleiga verður givin upp við roknskapi |
| | | |
Árlig leiguinntøka | | | 60.000 kr. |
| Frádráttur | | |
| Brunatrygging | | - 1.500 kr. |
| Oljufýrviðlíkahald | | - 500 kr. |
| El og olja | | - 10.000 kr. |
| Rentur (eigari fær ikki rentustuðul) | | - 20.000 kr. |
| | At skatta | 28.000 kr. |
| | | |
Tá ið partur av húsum verður útleigaður
Í døminum omanfyri verða heil hús útleigað. Verður nú bert ein partur av húsunum útleigaður, skal hetta takast við í roknistykkið. Eru húsini 200 fermetrar, og 50 fermetrar verða leigaðir út 150 dagar um árið, so skulu útreiðslurnar fyrst lækkast í mun til fermetrarnar, t.e. 50/200, og síðan í mun til dagatalið, t.e. 150/365. Inntøkan verður tald saman, og síðan verða útreiðslur drignar frá í tann mun, tær eru knýttar at inntøkuni. Tað merkir, at verða eini hús útleigað 150 dagar um árið, so ber til at draga frá 150/365 partar av útreiðslunum til el, olju, trygging og tílíkt.
Viðlíkahaldsútreiðslur kunnu dragast frá, áðrenn skatturin verður roknaður
Talan er um útreiðslur til slit og brek, sum leigarin ger á leigumálið. Tá ið so er, verður mett um livitíðina á vøruni, og viðlíkahaldsútreiðslurnar kunnu so dragast frá í mun til livitíðina. Livitíðin hjá eini vaskimaskinu er t.d. mett til 15 ár. Verður hon umvæld fyri slit, kann 1/15 av viðlíkahaldsútreiðslunum dragast frá fyri hvørt ár, sum maskinan hevur verið partur av tí útleigaða. Útreiðslur at klárgera hús ella íbúð til útleigingar kunnu ikki dragast frá sum viðlíkahaldsútreiðslur. Hetta er tí, at talan er stovningarútreiðslur.
Undir snarslóðum er skjal um frádráttarmøguleikar og livitíð fyri aðrar vørur í sambandi við húsaleigu.
Avskrivingar
Í summum førum kann innbrúgv avskrivast sambært avskrivingarlógini. Verða hús útleigað burturav, kunnu avskrivingar gerast eftir 1. kapitli í avskrivingarlógini. Bert innbúgv kann tá avskrivast, ikki húsini. Í øðrum førum kann avskrivast eftir 2. kapitli í avskrivingarlógini. Tá verður avskrivað í mun til dagatal, sum útleigað verður.