Rita inn og vel sjálvuppgávan 2024 > fyll út sjálvuppgávu.
Ber av serligum orsøkum ikki til at nýta Borgaragluggan, lat tá inn við oyðublaðnum Sjálvuppgáva 2024 (PDF).
Uttanlandsinntøka er inntøka, sum man hevur uttanlands, samstundis sum man hevur fulla skattskyldu í Føroyum. Hevði tú uttanlandsinntøku í 2024, so skalt tú skráseta inntøku og frádrátt á eitt fylgiskjal til sjálvuppgávuna og lata tað inn saman við henni.
Innlatingarfreistin er 1. mai 2025.
Rita inn og vel sjálvuppgávan 2024 > fyll út sjálvuppgávu.
Ber av serligum orsøkum ikki til at nýta Borgaragluggan, lat tá inn við oyðublaðnum Sjálvuppgáva 2024 (PDF).
Í Føroyum fært tú frádrátt fyri henda skatt, í mesta lagi tað, sum fellur á inntøkuna. Tú fært inntøkufrádrátt á 30% av inntøkuni um árið – tó í mesta lagi 120.000 krónur. Av skattskyldiga partinum verða goldin 35% í skatti.
Fiskimenn við norðurlendskum skipum hava ikki nevndu frádráttarmøguleikar. Teir hava ein fiskiveiðufrádrátt á 14% av inntøku upp til kr. 470.000 ella í mesta lagi kr. 65.800. Teir hava eisini rætt til samdøgursfrádrátt á kr. 300 um dagin fyri meirútreiðslur av at arbeiða uttanlands.
Klikk á "Útisiglarar" undir snarslóðum her á síðuni og les um skattaviðurskiftini hjá tær.
Norska Folketrygden og aðrar norðurlendskar veitingar, ið koma undir norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd, verða viðgjørdar sum skattur. Á sjálvuppgávuni skulu inngjøld til slíkar veitingar gevast upp sum goldin skattur uttanlands. So rindar ein møguliga tað minni í Føroyum.
Til samdøgursfrádráttin skal dagatalið gevast upp. Dagatalið fevnir um dagar í arbeiðsørindum uttanlands og ferðadagar til og frá arbeiðsstaði. Samdøgursfrádráttur er ikki galdandi fyri inntøku, sum hoyrir undir § 25 b, stk. 1, í skattalógini.
Les meira um samdøgursfrádrátt undir snarslóðum.
Fríir ágóðar eru ókeypis sersømdir, sum arbeiðsgevari letur starvsfólki í sambandi við arbeiði, t.d. fríur kostur og fríur bústaður.
Hevur tú í sambandi við uttanlandsarbeiði fingið slíkar ágóðar, skulu teir við í sjálvuppgávuna. Hevur arbeiðsgevarin goldið fyri teir, sæst hetta møguliga á lønarseðlunum.
Les meira um fríar ágóðar undir snarslóðum. Har sær tú eisini talvu yvir virðini, ið sett eru á ymsar ágóðar. Talvan eitur Árligar virðisásetingar hjá TAKS.
Arbeiðsútleigan til Norðurlond verður skattað sum lønarinntøka. Sum løntakari skalt tú geva hana upp, eins og tú skalt geva upp vistarhald, sum arbeiðsgevarin hevur rindað fyri.
Um leigarin hevur rakstrarstað í arbeiðslandinum, rindar hann lønina og avroknar skatt í landinum, har arbeiðið er gjørt (arbeiðslandinum).
Ert tú sum løntakari útleigaður til Norðurland, og arbeiðsgevarin sendir teg víðari til triðjaland, skalt tú gjalda skatt í Føroyum. Tú fært frádrátt, um tú hevur goldið skatt til triðjalandið.
Hetta er galdandi fyri bæði inntøku, skatt, ágóða, eftirlønargjald o.a.
Á Borgaraglugganum verður miðalkursurin innlisin sjálvvirkandi.
Tað kann geva sekt og meirskatt at lata inn ov seint og ikki at taka alla inntøku við. Hetta er sambært §§ 100 og 139 í skattalógini.
Serlig orsøk skal vera, eitt nú sjúka, og man skal ikki skylda aðrar skattauppgerðir. Send skrivliga umsókn til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn ella til taks@taks.fo.
Umsóknarfreistin er 29. apríl 2025.
Gev viðkomandi eina fulltrú til at nýta tín Borgaraglugga. Tú kanst geva hana á Borgaraglugganum og við brævi.
Vita Vegleiðing at geva upp skatt (PDF).
Ring 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella skriva til taks@taks.fo.