Skriva út

At varðveita fulla skattskyldu í Føroyum

Lesur man uttanlands, kann man fáa føroyskar skattafyrimunir, tá man kemur heim at arbeiða í feriunum. Tað fær man við at søkja um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum.

Søkt verður á Borgaraglugganum

Soleiðis ger man

  • Far til gluggan
  • Rita inn
  • Vel Oyðubløð > Skattur > Umsókn um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum
  • Fyll út og send

Tað er ikki neyðugt at søkja hvørt ár, men broytist útbúgvingin ella gevst man at lesa, skal TAKS hava boð um tað.

Borgaragluggin er TAKS, tá tú hevur tíð

Les um tænastuna á taks.fo/borgaragluggin.

Fyrimunir og treytir við fullari skattskyldu

Fyrimunir

  • Av teimum fyrstu 30.000 kr. er eingin skattur, av næstu 35.000 bert kommunuskattur.
  • Inntøkan tað árið, man flytur til og frá, verður ikki upproknað, og skatturin verður tí minni.

Treytir

  • Man skal hava havt fastan bústað í Føroyum í minst fýra ár.
  • Man skal vísa fram lestrarkort ella aðra lestrarváttan frá skúlanum.

Hvat um man ikki varðveitir fulla skattskyldu í Føroyum?

So hevur man avmarkaða skattskyldu og rindar skatt frá fyrstu krónu, man tjenar her, t.e. 42% + 3,0% í arbeiðsmarknaðareftirlønargjaldi.

Meira at vita?

Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.