Við gildi frá 1. januar 2024
- Inngjøld til norðurlendskar sosialveitingar, eitt nú til folketrygden í Norra, telja ikki longur sum skattur og kunnu frá og við sjálvuppgávuni 2024 ikki longur dragast frá sum goldin skattur uttanlands. Tey geva tó rætt til frítøku at rinda fyri heilsutrygd, eftirløn og arbeiðsmarknaðareftirløn í Føroyum av útlendsku inntøkuni.
- Fiskiveiðufrádrátturin skal minka stigvíst. Í 2024 til 14% av hýru upp til 400.000 kr., og í 2025 og frameftir til 14% av hýru upp til 300.000 kr.
- Samdøgursfrádrátturin skal minka stigvíst. Í 2024 til 240 kr., í 2025 til 180 kr., og í 2026 og frameftir til 120 kr.
- Uttanlandsfrádrátturin skal minka stigvíst. Í 2024 til 96.000 kr., í 2025 til 72.000 kr. og í 2026 og frameftir til 48.000 kr.
Við gildi frá 1. januar 2025
- Tey, sum arbeiða í Norðurlondum, skulu hava somu skattatreytir sum onnur uttanlandsarbeiðandi. Tað er, at tey sambært § 1, stk. 2, í ásetingarlógini skulu rinda 35% í skatti í Føroyum ella munin upp til tað, um tey eisini rinda skatt í arbeiðslandinum. Broytingin varð lýst við kunngerð nr. 95 frá 4. september 2024 um broyttan linkingarhátt fyri lønarinntøkur.
Fá meir at vita um evnini undir snarslóðum her á síðuni
Kunna teg um 1) lógarreglur 2) fiskiveiðufrádrátt, samdøgursfrádrátt og uttanlandsfrádrátt 3) tvískatting, herundir linkingarhættir 4) frítøku at rinda fyri heilsutrygd 5) frítøku at rinda fyri eftirløn og 6) umsókn um frítøku at rinda í AM-grunnin.