Skattliga er FAS skipað soleiðis, at manning við fullari skattskyldu í Føroyum rindar 35% í bruttoskatti av hýruni. Hýra frá útlendskum skipi, sum við ongari manning verður leigað av føroyskum reiðaravirki, og sum annars lýkur treytirnar í FAS, verður somuleiðis skattað við føstum skattaprosenti á 35%. Harafturat verður goldið arbeiðsmarknaðargjald á 3% av skattskyldigu inntøkuni. Útlendingar við FAS-skipum gjalda somuleiðis 35% í skatti.
FAS
FAS er stytting fyri "føroysk, altjóða skipaskrá" og er listi yvir handilsskip, ið sigla undir føroyskum flaggi. FAS er skipað við løgtingslóg.
FAS og skattur
FAS-inntøka kann ávirka aðra inntøku
Inntøka frá FAS verður roknað upp í skattagrundarlagið og kann tí ávirka skattin sum heild. Hevur ein t.d. A-inntøku í Føroyum fyrra árshelming og FAS-inntøku seinna, so kann hetta geva írestandi skatt, tá árið er liðugt. Orsøkin er, at FAS-inntøkan er størri enn A-inntøkan og stýrir tí skattagrundarlagnum undir henni.
Reiðaríið fær eitt serskilt v-tal til virkir at flyta lønir við. Hetta v-tal stýrir skattinum.