Er man við norðurlendskum fiskiskipi, rindar man skatt í Føroyum. Váttan um føroyska skattskyldu skal latast landinum, haðan skipið er, so at man ikki rindar dupultskatt. Váttanin fæst við at venda sær til TAKS.
Útlendska inntøkan verður tó tikin við í skattagrundarlagið, og er onnur inntøka í Føroyum, ávirkar hetta skattin av henni.
Fyri at tryggja rættan fyribilsskatt, kann uttanlandsinntøka og onnur inntøka fráboðast TAKS. Hetta verður gjørt á Borgaraglugganum soleiðis:
- Far til gluggan
- Rita inn
- Vel sjálvuppgávan > fyribilsskattaskráseting > fyribilsskráseting 2024
- Fyll út og lat inn
Upp á gamla máta heintar man fyribilsskattakrásetingarskjalið undir snarslóðum her á síðuni, fyllir út og sendir við teldubrævi til TAKS á Mínboks ella við vanligum brævi til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn.