Fyribilsskattaskráseting
Fyribilsskattaskráseting er tað at geva TAKS boð um broytingar, sum man hevur í inntøku ella frádrátti, og sum TAKS ikki er vitandi um. Til dømis um man fær løn uttan fyri skattaskipanina, ella um verandi støða broytist, so at ein áður gjørd fyribilsskattaskráseting má rættast.
So roknar TAKS rættan skatt.
Fyribilsskattaskráseting verður gjørd á Borgaraglugganum
Soleiðis ger man
- Far til gluggan
- Rita inn
- Vel sjálvuppgávan > fyribilsskattaskráseting > fyribilsskráseting 2024
- Fyll út og lat inn
Borgaragluggin er TAKS, tá tú hevur tíð
Les um tænastuna á taks.fo/borgaragluggin.
Upp á gamla máta heintar man fyribilsskattakrásetingarskjalið undir snarslóðum her á síðuni, fyllir út og sendir við teldubrævi til TAKS á Mínboks ella við vanligum brævi til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn.
Hvat ger TAKS við upplýsingarnar?
TAKS skrásetir tær í telduskipan síni og roknar so nýggja skattin. Hann rindar tú mánaðarliga við inngjaldskorti, sum tú fært sendandi.