Lurta

Hvussu rindar man skatt?

Tað er alt eftir, um man hevur A-inntøku ella B-inntøku.

Skattur av A-inntøku

Fær man løn frá føroyskum arbeiðsgevara í Føroyum, hevur man A-inntøku.

Tá verður skatturin drigin frá, áðrenn lønin kemur á kontu – TAKS roknar hann eftir lønini seinastu tríggjar mánaðirnar. Tá ið árið er úti, plagar skatturin at passa væl, og man hvørki fær nakað stórvegis aftur ella skal rinda meira.

Skattur av B-inntøku

Er man sjálvstøðugt vinnurekandi ella hevur útlendskan arbeiðsgevara, hevur man B-inntøku.

Í januar skal man tá lata TAKS eina fyribilsskattaskrá, har man metir um, hvussu inntøkan verður hetta árið. TAKS sendir so mánaðarligar skattarokningar. Broytist inntøkan, sendir man eina rættaða skrá.

Endalig skattauppgerð

Hvørt ár samanber TAKS goldnan og rættan skatt og ger út frá tí eina endaliga skattauppgerð. Er goldið ov nógv, fær man avlopsskatt. Ov lítið, og man fær rokning fyri írestandi skatt.

Skattaorð
  • A-inntøka: Inntøka, t.d. løn, pensjón og dagpeningur, sum verður út goldin av føroyskum arbeiðsgevara í Føroyum
  • Avlopsskattur: Skattur, ið TAKS hevur tikið ov nógv eitt ár, og sum man fær afturgoldnan við rentum árið eftir, vanliga í mars ella apríl.
  • B-inntøka: Inntøka frá sjálvstøðugari vinnu ella útlendskum arbeiðsgevara.
  • Fyribilsskattaskrá: Yvirlit, ið man sum B-skattgjaldari letur inn til TAKS, og sum vísir, hvat man væntar at hava av inntøku og frádrátti komandi árið.
  • Írestandi skattur: Skattur, sum man manglar at rinda, tá ið skatturin er uppgjørdur.
  • Sjálvstøðugt vinnurekandi: Persónur, ið rekur egið virksemi.
  • Skattauppgerð: Yvirlit yvir inntøku, frádrátt og skatt, sum TAKS er vitandi um, at man hevur havt síðsta álmanakkaárið. Út frá hesum roknar stovnurin skattin hjá einum eftirfylgjandi ár.
  • Skattur: Upphædd, sum løgting og kommunur taka av inntøku hjá persónum og fyritøkum fyri at fíggja útreiðslur sínar
  • TAKS: Føroyskur stovnur, ið krevur inn skatt og avgjøld fyri løgting og kommunur, sum umsitur veitingar og sum verjir samfelagið ímóti ólógligum innflutningi og útflutningi.