Skriva út

Hvussu verður skattur roknaður?

Skattur verður roknaður eftir, í hvørjari kommunu, man býr, hvat man tjenar, og um man er limur í fólkakirkjuni. Vit kalla hetta kommunuskatt, landsskatt og kirkjuskatt, og til samans avgera teir, hvussu skatturin verður roknaður.

Kommunuskattur

Kommunuskattur er skattur, sum man rindar til kommununa, sum man býr í.

Kommunuskatturin byrjar, tá man tjenar meira enn 30.000 krónur

Tær fyrsti 30.000 eru skattafríar. Hetta er botnfrádrátturin hjá kommununum. Hann fáa øll.

Av tí, sum fer uppum, er tað ymiskt, sum kommunurnar taka. Nógvar taka millum 19 og 21%, tað minsta er 16, tað mesta 21,75.

Tjenar man 50.000 krónur og býr í kommunu, har kommunuskatturin er 20%, so fara 4.000 krónur í skatti til kommununa, allar av teimum 20.000, sum fara upp um botnfrádráttin.

Kommunuskattur er proportionalur

Tað merkir, at skattaprosentið í einari kommunu er galdandi fyri øll í kommununi, uttan mun til inntøku. Proportionalur skattur verður eisini kallaður flatskattur.

Býráð og bygdarráð áseta kommunuskattin í sínari kommunu

Tað gera tey einaferð um árið. Vel “Talva yvir kommunuskatt, kirkjuskatt og barnafrádrátt” undir snarslóðum her á síðuni og síggj tín kommunuskatt.

Landsskattur

Landsskattur er skattur, sum man rindar til landið. Til landskassan, sum tað eisini eitur.

Landsskatturin byrjar, tá man tjenar meira enn 65.000 krónur

Tær 65.000 eru botnfrádrátturin hjá landinum, og hann fáa øll. Tað er, at eingin rindar landsskatt av sínum fyrstu 65.000 krónum.

Landsskatturin er progressivur

Tað merkir, at hann veksur stigvíst, tess meiri, man tjenar. Fer man upp um 65.000 krónur, rindar man fyrst eina upphædd upp til eitt vist + 14 til 30% av restini, alt eftir inntøku.

Niðanfyri sæst landsskattatalvan fyri 2024.

Er inntøkan (kr.)men minni enn (kr.)verða latnar (kr.)av (kr.)og av restini (%)
065.000000
65.000180.000065.00014,0
180.000280.00016.100180.00015,0
280.000380.00031.100280.00020,0
380.000700.00051.100380.00025,0
700.000+ 131.000700.00030,0

Løgtingið ásetir landsskattin

Ikki árliga sum kommunurnar, men tá ið Løgtingið heldur, at tørvur er á tí. Landsskatturin varð seinast broyttur 1. januar 2024.

Kirkjuskattur

Kirkjuskattur er skattur, sum man rindar til fólkakirkjuna, um man er limur í henni.

Kirkjuskattur er landskirkjuskattur og staðbundin kirkjuskattur

Landskirkjuskattur er fyri alt landið og verður rindaður av øllum fólkakirkjulimum. Landskirkjuskatturin kann í mesta lagi vera 0,65%.

Staðbundin kirkjuskattur er fyri fólkakirkjulimir í ávísari kirkjusókn, um kirkjuni har tørvar pening til ávíst endamál eitt skifti. Staðbundin kirkjuskattur kann í mesta lagi vera 0,30%.

Landsstýrið ásetir kirkjuskattin eftir tilmæli frá stiftsstjórnini

Í alt kann kirkjuskatturin vera 0,95%. Nógvastaðni er hann 0,6, onkustaðni 0,9.

Síggj tín kirkjuskatt við at velja talvu yvir kommunuskatt, kirkjuskatt og barnafrádrátt undir snarslóðum.

Almenn gjøld

Landsskatt, kommunuskatt og kirkjuskatt kalla vit undir einum fyri inntøkuskatt. Vanliga meinast við hetta, tá ið tosað verður um skatt. Annar skattur er eisini, eitt nú eftirlønarskattur og kapitalvinningsskattur, men í mun til inntøkuskattin fer slíkur skattur ikki av lønini, og øll rinda hann ikki heldur.

Eitt, sum flestøll tó rinda umframt inntøkuskatt, eru almenn gjøld til heilsutrygd, barsilsskipan, arbeiðsmarknaðareftirløn o.a. Síggj tey við at velja "Talva yvir almenn gjøld" undir snarslóðum.

Lógirnar

Tað eru serliga tvær lógir, sum eru viðkomandi, tá vit tosa um skatt. Skattalógin og ásetingarlógin.

Skattalógin sigur, hvørjar inntøkur og hvørjir persónar skulu rinda skatt, og hvørjir frádráttir eru. Tað er, hvat man kann draga frá inntøkuni, áðrenn skatturin av henni verður roknaður. 

Ásetingarlógin sigur, hvussu nógvur skatturin og frádrátturin skal vera.

Undir snarslóðum finnur tú leinki til lógirnar og til meirlestur um frádrátt.