Tað gera øll, sum eru 24 ár og eldri, og sum hava fulla skattskyldu í Føroyum. Skyldan at rinda tekur við mánaðin eftir 24 ára føðingardagin. Arbeiðsgevarar rinda eisini kringvarpsgjald. Tað kanst tú lesa um við at klikkja á "Kringvarpsgjald (arbeiðsgevarar)" undir snarslóðum.
Ert tú lesandi uttanlands?
So skalt tú ikki rinda kringvarpsgjald. Tað kann tó vera, at tú fært rokning sendandi, um tú ert skrásettur at búgva í Føroyum sambært Landsfólkayvirlitinum. Tá skalt tú venda tær til Kringvarpið og boða frá, at tú ert lesandi uttanlands. Kringvarpið tekur síðan støðu til, um tú skalt verða frítikin fyri at rinda og boðar í tí føri TAKS frá, at rokning ikki skal sendast.