Skriva út

P-tal og lønarútgjald

Arbeiðir man í Føroyum, skal man hava eitt p-tal fyri at fáa løn útgoldna.

Soleiðis fær man eitt p-tal í sambandi við lønarútgjald

Um man er búsitandi í Føroyum

Er man búsitandi í Føroyum, hevur man longu fingið eitt p-tal, antin tí at man er føddur her ella er fluttur higar. TAKS hevur p-talið, og løn verður útgoldin. Flytur man so í annað land og arbeiðir her viðhvørt, skal p-talið bara endurvirkjast.

Les um tað niðanfyri undir “Soleiðis endurvirkjar man eitt p-tal í sambandi við lønarútgjald”.

Um man skal arbeiða í Føroyum

Kemur man til Føroya at arbeiða og hevur einki p-tal, tí at man ikki er føddur her ella ikki hevur búð her áður, kann man í sambandi við lønarútgjald senda TAKS eina umsókn um at fáa eitt p-tal. Av fyrisitingarávum kalla vit hetta eitt fyribils p-tal, tó at munur er eingin á tølunum.

Heinta umsóknina undir snarslóðum her á síðuni. Hon eitur "Umsókn um fyribils persónstal". Á blaðsíðu 2 í umsóknini er vegleiðing at útfylla. Ivast man, kann arbeiðsgevarin vera til hjálpar.

Tá ið TAKS hevur góðkent umsóknina, fær man p-talið sendandi. Góðkenningin kann taka nakrar dagar, so søk í høviligari tíð, einar fjúrtan dagar ella so, áðrenn løn skal koma á kontu.

Kemur man aftur til Føroya at arbeiða í øðrum umfari, skal p-talið bara endurvirkjast. Les um tað niðanfyri undir “Soleiðis endurvirkjar man eitt p-tal í sambandi við lønarútgjald”.

Soleiðis endurvirkjar man eitt p-tal í sambandi við lønarútgjald

Hevur man einaferð fingið eitt føroyskt p-tal og kemur aftur higar at arbeiða ella búgva, skal man í sambandi við lønarútgjald ikki søkja um nýtt p-tal uttan venda sær til kommununa, sum man skal arbeiða ella búgva í, og biðja hana endurvirkja p-talið. Skrivar man, er at minnast til at upplýsa navn, føðingardag, arbeiðsgevara og hvussu leingi, man er í Føroyum.

Samleikanummur í øðrum londum, herundir TIN-nummur

Flestu lond nýta samleikanummar og kalla tað ymiskt. Í Føroyum eitur tað p-tal, í Íslandi kennitala, í Svøríki personnummer, í Danmark CPR-nummer og í Noregi fødselsnummer. Skiftandi soleiðis frá landi til land.

Í skattaviðurskiftum millum lond nýtir man eisini TIN-nummar, ið er ensk stytting fyri Tax Identification Number, eisini kallað Taxpayer Identification Number. Býr man í Føroyum og arbeiðir uttanlands, og tey har spyrja eftir TIN-numrinum, skal man upplýsa p-talið hjá sær.

Vel "Heimasíðan hjá OECD: Tax Identification Numbers" undir snarslóðum og síggj ymsu heitini, sum londini hava fyri samleikanummur síni, og hvussu nummurini eru uppbygd.

Meira at vita um p-tal og lønarútgjald?

Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.

Meira at vita um p-tal annars?

Vita undir snarslóðum her á síðuni ella set teg í samband við Umhvørvisstovuna. Hon umsitur p-talsskipanina. Kontaktupplýsingar hjá Umhvørvisstovuni finnur tú undir snarslóðum.

Meira at vita um tað at koma til Føroya at arbeiða sum útlendingur?

Vita undir snarslóðum: "Útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða".