Um man er búsitandi í Føroyum
Er man búsitandi í Føroyum, hevur man longu fingið eitt p-tal, antin tí at man er føddur her ella er fluttur higar. TAKS hevur p-talið, og løn verður útgoldin. Flytur man so í annað land og arbeiðir her viðhvørt, skal p-talið bara endurvirkjast.
Les um tað niðanfyri undir “Soleiðis endurvirkjar man eitt p-tal í sambandi við lønarútgjald”.
Um man skal arbeiða í Føroyum
Kemur man til Føroya at arbeiða og hevur einki p-tal, tí at man ikki er føddur her ella ikki hevur búð her áður, kann man í sambandi við lønarútgjald senda TAKS eina umsókn um at fáa eitt p-tal. Av fyrisitingarávum kalla vit hetta eitt fyribils p-tal, tó at munur er eingin á tølunum.
Heinta umsóknina undir snarslóðum her á síðuni. Hon eitur "Umsókn um fyribils persónstal". Á blaðsíðu 2 í umsóknini er vegleiðing at útfylla. Ivast man, kann arbeiðsgevarin vera til hjálpar.
Tá ið TAKS hevur góðkent umsóknina, fær man p-talið sendandi. Góðkenningin kann taka nakrar dagar, so søk í høviligari tíð, einar fjúrtan dagar ella so, áðrenn løn skal koma á kontu.
Kemur man aftur til Føroya at arbeiða í øðrum umfari, skal p-talið bara endurvirkjast. Les um tað niðanfyri undir “Soleiðis endurvirkjar man eitt p-tal í sambandi við lønarútgjald”.