Skriva út

Skattaumskipanin 2023

Í desember 2023 varð skattaumskipan samtykt á Løgtingi. Millum átøkini í skipanini vóru fimm broytingar í skattinum hjá teimum, sum arbeiða uttanlands og búgva í Føroyum. Fýra við gildi frá 1. januar 2024, ein frá 1. januar 2025.

Broytingarnar

Við gildi frá 1. januar 2024

  • Inngjøld til norðurlendskar sosialveitingar, eitt nú til folketrygden í Norra, telja ikki longur sum skattur og kunnu frá og við sjálvuppgávuni 2024 ikki longur dragast frá sum goldin skattur uttanlands. Tey geva tó rætt til frítøku at rinda fyri heilsutrygd og arbeiðsmarknaðareftirløn í Føroyum.
  • Fiskiveiðufrádrátturin skal minka stigvíst. Í 2024 til 14% av hýru upp til 400.000 kr., og í 2025 og frameftir til 14% av hýru upp til 300.000 kr.
  • Samdøgursfrádrátturin skal minka stigvíst. Í 2024 til 240 kr., í 2025 til 180 kr., og í 2026 og frameftir til 120 kr.
  • Uttanlandsfrádrátturin skal minka stigvíst. Í 2024 til 96.000 kr., í 2025 til 72.000 kr. og í 2026 og frameftir til 48.000 kr.

Við gildi frá 1. januar 2025

  • Tey, sum arbeiða í Norðurlondum, skulu hava somu skattatreytir sum onnur uttanlandsarbeiðandi. Tað er, at tey sambært § 1, stk. 2, í ásetingarlógini skulu rinda 35% í skatti í Føroyum ella munin upp til tað, um tey eisini rinda skatt í arbeiðslandinum. Broytingin varð lýst við kunngerð nr. 95 frá 4. september 2024 um broyttan linkingarhátt fyri lønarinntøkur.

Fá meir at vita um evnini undir snarslóðum her á síðuni

Kunna teg um 1) lógarreglur 2) fiskiveiðufrádrátt, samdøgursfrádrátt og uttanlandsfrádrátt 3) tvískatting, herundir um linkingarhættir 4) frítøku at rinda fyri heilsutrygd 5) umsókn um frítøku frá at rinda í AM-grunnin.

Dømi um skatt fyri og eftir broytingar

Minsti skattur hjá uttanlandsarbeiðandi eftir skattaumskipanina er 35%. Tað er at siga í alt. Er skatturin í arbeiðslandinum 20%, rindar man 15 í Føroyum. Er hann 25%, rindar man 10 í Føroyum og so framvegis. Er skatturin í arbeiðslandinum 35% ella meira, rindar man einki her. Gev gætur, at man fær ikki skatt aftur úr Føroyum heldur, um skatturin í arbeiðslandinum fer upp um 35%.

Áðrenn roknað verður, skal uttanlandsfrádrátturin dragast frá

Hann er 30% av uttanlandsinntøkuni, sambært skattaumskipanini tó í mesta lagi 72.000 krónur í 2025 og 48.000 krónur í 2026 og frameftir.

Rokna vit skattin í 2025 og 26 fyri tvær inntøkur, onnur fimm og hin sjey hundrað túsund krónur, og er skatturin í arbeiðslandinum 25%, sær roknistykkið fyri og eftir broytingarnar soleiðis út:

Skattaumskipan 2023
Dømi um skatt fyri og eftir broytingar
Dømi 1, skattaár 2025
    
FyriInntøka500.000700.000
 Skattur 25%125.000175.000
 Nettoløn375.000525.000
    
EftirInntøka500.000700.000
 Frádráttur72.00072.000
 Skattur 35%149.800219.800
 Nettoløn350.200480.200
    
 Munur24.80044.800

 

Skattaumskipanin 2023
Dømi um skatt fyri og eftir broytingar
Dømi 2, skattaár 2026
    
FyriInntøka500.000700.000
 Skattur 25%125.000175.000
 Nettoløn375.000525.000
    
EftirInntøka500.000700.000
 Frádráttur48.00048.000
 Skattur 35%158.200228.200
 Nettoløn341.800471.800
    
 Munur33.20053.200

 

Spurningar um skattaumskipanina 2023?

Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella skriva til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.

Hygg eisini undir snarslóðum

Tað kann meira enn so vera, at svarið upp á tín spurning liggur har.