Skattur av húsasølu og íbúðarsølu
Selur tú hús, íbúð ella aðra fastogn hjá tær, er vinningurin vanliga skattafríur. Tað er hann sambært § 29, nr. 1, í skattalógini, men tað eru undantøk. Les um tey niðanfyri.
Hevur tú átt ognina í minni enn tvey ár, tá ið tú selur hana, er vinningurin skattskyldigur. Tað er hann, tí at tá verður mett, at tú hevur keypt ognina við tí fyri eyga at selja hana aftur við vinningi.
Kanst tú prógva, at so er ikki, er vinningurin tó skattafríur. Víst verður til § 27 í skattalógini.
At keypa og selja ognir við vinningi fyri eyga verður kallað spekulatión
Til at vera spekulatión er nóg mikið, at vinningurin er ikki uttan týdning, tá ið tú keypir. Hann nýtist ikki at vera størsta ella einasta orsøk. Tað er nóg mikið, at hann er ikki uttan týdning.
Vinningur við spekulatión er altíð skattskyldigur.
Er tað at selja ognina ein partur av arbeiði tínum, og tú hevur vinning av hesum arbeiði, er vinningurin altíð skattskyldigur. Víst verður til § 27 í skattalógini.