Lurta

Skattur av jørð og lunnindum

Er man jarðareigari ella festari, fylgja ofta nøkur rættindi við. Hetta kallast lunnindi og kann t.d. vera rætturin at veiða fugl og haru í haganum, brúka vatnið í økinum og annað líknandi.

At handla við jørð og lunnindum verður skattað eftir ávísum reglum.

Handil við jørð

Søla

At selja jørð er skattafrítt, um jørðin upprunaliga varð keypt til landbúnað. Varð hon keypt fyri at selja víðari fyri vinning, skal man rinda skatt. Hetta er ásett í §§ 27 og 29, nr. 1, í skattalógini.

Bert jarðareigarar kunnu selja jørð, tí teir eiga hana sjálvir. Festarar eiga hana ikki uttan umsita hana fyri landið.

Útleiga

Leigar man jørð út, skal man altíð rinda skatt av inntøkuni – sama, um man er eigari ella festari. Hetta sigur § 25, nr. 2, í skattalógini.

Handil við lunnindum

Søla

Við sølu av lunnindum meinast við endaliga avhending, har rætturin til lunnindini verður skrásettur í navninum á tí, sum keypir tey. Tá er sama regla galdandi, at sølan er skattafrí, um jørðin upprunaliga varð keypt til landbúnað.

Sum søla verður eisini roknað endurgjald fyri mist lunnindi. Eitt dømi er, tá jarðareigari fær endurgjald fyri at missa rættin til at hava seyð gangandi innangarðs um veturin – fyri mist vetrarbit, kallað. Endurgjaldið er skattafrítt, tí tað verður mett sum søla

Útleiga

Verða lunnindi ikki endaliga seld, men bara latin øðrum at brúka móti gjaldi, er talan um útleigu. Hetta kann t.d. vera rætturin at skjóta haru, at nýta vatn ella taka grót. Inntøka frá slíkari útleigu er skattskyldig.

At ganga í haga

Verður gjald tikið frá fólki fyri at sleppa at ganga í haganum, er tað skattskyldigt.

At taka grót úr haga

Tá ið gjørd verður avtala um rættin til at taka grót í einum ávísum øki eina ávísa tíð, verður tað roknað sum útleiga – ikki søla. Inntøkan er tí skattskyldig. Tað hevur einki at siga, um talan er um varierandi mongdargjald ella fast ársgjald.

At veiða í haga

Vanliga er tað so, at eigari ella festari av jørðini letur øðrum loyvi at skjóta haru har í ávísa tíð. Hóast vit plaga at siga, at fólk selja ella keypa haruhagar, so er tað í roynd og veru ein útleiga og ikki ein endalig søla. Vinningurin er tí skattskyldigur eins og annar vinningur av at leiga út lunnindi.

At taka vatn úr haga

Tey, sum eiga jørð, eiga eisini rættin til at brúka vatnið í áum og vøtnum í økinum. Leiga tey rættin út, skulu tey rinda skatt av tí; men selja tey hann, er eingin skattur. Hetta er staðfest í lov for Færøerne om Benyttelse af Indsøer og Vandløb.

Tað stendur ikki beinleiðis í lóg, at festarar hava rætt at brúka vatnið í høgunum – men gera teir tað, skulu teir eins og eigararnir rinda skatt av vinningi frá útleigu.

Eru tit fleiri um ein haga?

Eru tit fleiri um ein haga, og eitt hagastýri umsitur hann fyri tykkum, so skal hvør tykkara føra roknskap yvir sín lut av inntøkum og útreiðslum hagans, ella skal hagastýrið gera ein felags roknskap, sum tit lata inn hvør sær saman við sjálvuppgávuni. Skattareglurnar eru annars tær somu sum fyri einstaklingar.