Í privatum skifti taka arvingar við allari skuld hins deyða, eisini skattaskuld.
Privat skifti merkir, at tey eftirlivandi býta ognirnar ímillum sín og velja sær ein ábyrgdarpersón at standa fyri búnum. Hetta kann vera ein arvingur ella ein uttanfyristandandi, t.d. ein advokatur. Skiftirætturin kunnar TAKS um, hvør ábyrgdarpersónur er valdur, og TAKS samskiftir nú bara við henda persón.
Búgvið sendir fyrst TAKS og skiftirættinum eina uppgerð yvir ogn og skuld hins deyða á andlátsdegnum umframt eina uppgerð yvir inntøkur hins deyða frá 1. januar til andlátsdagin. Uppgerðirnar skulu sendast innan seks mánaðir eftir andlátið ella í seinasta lagi tveir mánaðir eftir valið av skiftishátti, um tað er gjørt meira enn fýra mánaðir eftir andlátið.
Út frá uppgerðunum ger TAKS av, um inntøka hins deyða í andlátsárinum skal skattast. Tað verður bert gjørt, um írestandi skatturin er 5.000 kr. ella meira, ella um avlopsskatturin er 100 kr. ella meira. Írestandi skattur verður kravdur frá búnum, avlopsskattur verður goldin búnum. Eru upphæddirnar minni enn nevnt, verða tær ikki kravdar ella goldnar.
Búgvið verður síðan endaliga uppgjørt við at arvingarnir senda eina búsuppgerð til skiftirættin. Oyðublað til hesa uppgerð kann fáast frá TAKS ella skiftirættinum. TAKS eftirkannar so uppgerðina og sendir váttan til arvingarnar og skiftirættin. Síðan fáa arvingarnir rokning fyri arvaavgjaldið frá skiftirættinum.