Skattur og gávur
Gávur eru vanliga skattskyldigar, tó ikki slíkar, ið verða givnar til serlig høvi, til dømis jólagávur, føðingardagsgávur, konfirmatiónsgávur og brúdleypsgávur. Upphæddirnar á gávunum skulu tó svara til tað, sum vanligt er at geva og fáa í hvørjum einstøkum føri. Verður vikið munandi frá hesum, kann gávan verða mett sum skattskyldig.
Gávur frá familju eru skattafríar, um tær eru frá hjúnafelaga ella frá familju í beinari linju upp og niður. Til familju í beinari linju hoyra eisini ættleiðingarforeldur og ættleiðingarbørn, men ikki fosturforeldur og fosturbørn.
Gávur frá innsavning til persónar, ið koma tvørtfyri eftir at hava mist forsyrgjara av vanlukkuávum ella sjúkuávum, eru skattafríar. Innsavningin skal vera grundað í einum breiðum fólkaskara, og tað, sum latið verður, skal vera ein eingangsveiting.
Starvsfólk kunnu fáa skattafríar gávur í naturalia* frá arbeiðsgevara sínum, um keypsprísurin ikki fer upp um eitt vist.
Naturaliagávur eru sambært hesum skattafríar, um keypsprísurin í mesta lagi er 1.500 kr. við mvg. Í sambandi við 25, 30, 40 og 50 ára starvsdag kann keypsprísurin tó vera ávikavist 2.000, 3.000, 4.000 ella 5.000 kr. við mvg. Er hann størri enn ávístu upphæddir, skal skattur gjaldast av fullari upphædd.
Peningagávur frá arbeiðsgevara til starvsfólk eru altíð skattskyldigar.
*) Naturaliagávur eru gávur, sum ikki eru peningur, t.d. matvørur, klæðir, list, amboð o.tíl.