Skriva út

Skattur og heimavirki

Heimavirki er tað at virka vøru við hús til at selja. Heimavirki er skattafrítt, um ikki selt verður fyri meira enn 50.000 krónur um árið. Verður farið uppum, skulu skattur og mvg rindast av fullari upphædd.

Hvat telur sum heimavirki?

Fyri at verða roknað sum heimavirki, skal talan ofta vera um virking úr ull, viði, glasi, leiri ella øðrum náttúrutilfari. At binda troyggjur til dømis, veva teppir, smíða borðabátar og so framvegis.

Hvat telur ikki sum heimavirki?

Tænasta

Tænasta, eitt nú ráðgeving og rættlestur, er ikki sum heimavirki at rokna. Øll inntøka skal tí gevast upp til skattingar.

Umvæling

Umvæling er heldur ikki heimavirki, til dømis at stoppa, líma aftur og so framvegis. Inntøka skal tí øll gevast upp til skattingar.

Matframleiðsla

Matframleiðsla, herundir góðgætisframleiðsla, er ikki heldur heimavirki. Inntøka skal tí somuleiðis øll gevast upp til skattingar.

Spurningar um skatt og heimavirki?

Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella skriva til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.