Tað er hann, tí at TAKS metir, at vanliga verður kryptovaluta handlað við víðarisølu ella umbýti fyri eyga. Vinningurin skal tí skattast sambært §§ 25 og 27 í skattalógini.
Vil man, at bert nettovinningurin verður skattaður (søluprísur minus keypsprísur), skal man kunna skjalprógva bæði keypsvirðið og søluvirðið. Minst eisini til, at vinningurin verður skattaður, men at tap, ið ikki rúmast sum frádráttur í vinninginum, kann ikki flytast til frádrátt í aðrari inntøku ella framflytast sum hall/tap til seinni ár.
Vinningurin skal upplýsast í sjálvuppgávuni á vanligan hátt.