Tvískatting
Tvískatting er tað at rinda skatt av somu upphædd tvær ferðir. Soleiðis kann vera, tá ein arbeiðir í einum landi og býr í øðrum, og bæði lond taka fullan skatt av inntøkuni. Fyri at sleppa undan hesum, kunnu londini linka skattin ella semjast um, hvat teirra skal hava skattin. Tey gera ein tvískattasáttmála; ein dupultskattasáttmála, sum summi siga.
Ilt kann vera at hava skil á reglunum. Niðanfyri er ein stutt gjøgnumgongd.
Í viðurskiftum við lond, sum Føroyar ikki hava tvískattasáttmála við, verður linking givin eftir reglum í føroysku lóggávuni. Føroyar hava linkingarásetingar í § 154 í skattalógini og í § 19 í kapitalvinningsskattalógini. Tann vanligi linkingarhátturin í § 154, stk. 1 í skattalógini og í § 19 í kapitalvinningsskattalógini er maksimeraður kredittur.
Tá komast skal til, hvussu linking av tvískatting skal fara fram í skattaútrokningunum, eru tríggir meginhættir at fara fram eftir:
- maksimeraður kredittur
- frítøka við progressiónsfyrivarni eftir nýggja framferðarháttinum
- frítøka við progressiónsfyrivarni eftir gamla framferðarháttinum
Maksimeraður kredittur
Í hesum føri verður uttanlandsinntøka tald við, tá skattskyldiga inntøkan verður gjørd upp í Føroyum. Tvískattingin verður síðan avtikin, við at skatturin av globalinntøkuni (føroysk inntøka og útlendsk inntøka) í Føroyum verður linkaður við tí skatti, ið goldin er í øðrum landi av tí inntøku, sum stavar frá hesum landi, tó við ávísum hámørkum. Hámarkið fyri linking veldst um, hvussu nógv er goldið í skatti uttanlands av uttanlandsinntøkuni, og hvussu stórur partur av samlaða útroknaða skattinum lutfalsliga fellur á uttanlandsinntøkuna.
Frítøka við progressiónsfyrivarni* (nýggjur avtøkuháttur)
Eftir hesum skattalinkingarhátti verður útlendska inntøkan eisini tald við, tá skattskyldiga inntøkan verður gjørd upp í Føroyum. Linking fyri tvískatting fer fram fyri tann partin av tí samlaða skattinum í Føroyum, ið viðvíkir uttanlandsinntøkuni, sama hvat er goldið í skatti uttanlands.
*) Progressiónsfyrivarni merkir, at tá skattur av aðrari inntøku verður útroknaður, so verður atlit tikið til uttanlandsinntøkuna, sum linking skal gevast fyri. Linkingin verður uttan mun til hvat goldið er í skatti uttanlands.
Frítøka við progressiónsfyrivarni (gamli avtøkuháttur)
Eftir hesum skattalinkingarháttinum verður inntøka, sum er vunnin í øðrum landi, ikki tald við, tá skattskyldiga inntøkan verður gjørd upp í Føroyum. Tó verður uttanlandsinntøkan tikin við, tá skatturin verður útroknaður, og síðan verður givin frádráttur í skattinum fyri tann partin av tí samlaða skattinum í Føroyum, ið viðvíkir uttanlandsinntøkuni, sama hvat er goldið í skatti uttanlands. Tá útlendska inntøkan ikki verður tald við í uppgerðina av skattskyldigu inntøkuni í Føroyum, førir hetta við sær, at útlendska inntøkan ikki lækkar, um viðkomandi hevur eitt møguligt hall, í Føroyum, og tí kann hallið verða ført fram eftir reglunum í § 33, nr. 5 í skattalógini, sjálvt um viðkomandi samanlagt hevur eina positiva inntøku. Eisini kann slíkur linkingarháttur hava týdning fyri eitt nú almennar veitingar, sum verða útroknaðar eftir skattskyldigu inntøkuni, og veitingar, sum eru knýttar at skattskyldigu inntøkuni. Eitt nú kann nevnast, at eftirlønir verða lækkaðar í mun til, hvussu stóra skattskyldiga inntøku viðkomandi pensionistur hevur.
Hevur skattgjaldari inntøku í fleiri londum, skal linkingarútrokning gerast fyri hvørt land sær. Hevur skattgjaldari fleiri sløg av inntøkum í sama landi, skal linkingarútrokningin gerast í einum. Tó skal ein linkingarútrokning gerast fyri hvørt inntøkuslagið sær, um linkingarhátturin er ymiskur fyri tær ymisku inntøkurnar. Linkingarútrokningin skal eisini gerast fyri seg, tá ið kredittlinking skal gevast fyri eina inntøku, sum er serstakt keldulandsskattað.
Linkingarhættirnir eru ikki lýstir í smálutum í sáttmálum ella í innanhýsis linkingarreglunum. Í Føroyum eru ongar lógarreglur fyri, hvussu linkingarhættirnir skulu fremjast í verki, men til at rokna uttanlandsinntøkuna, sum linking skal gevast fyri, hevur Toll- og skattaráð Føroya ásett henda brøk:
"Føroyskur skattur x uttanlandsinntøka / skattskyldig globalinntøka." (Lisið: Føroyskur skattur faldað við uttanlandsinntøku, dividerað við skattskyldigari globalinntøku.)
Tá uttanlandsinntøkan, sum skal setast í brøkin, verður gjørd upp, verða teir frádráttir, sum hava samband uttanlandsinntøkuna, drignir frá uttanlandsinntøkuni. Frádráttir, sum ikki hava samband við uttanlandsinntøkuna, skulu sum útgangsstøði ikki dragast frá uttanlandsinntøkuni, tá linking verður útroknað.
Tá ið trupulleikar ella ivamál stinga seg upp um, hvussu tvískattasáttmálar skulu brúkast, kunnu myndugleikar í tveimum ella fleiri sáttmálabundnum londum gera sínámillum avtalu um, hvussu sáttmálin skal brúkast.
Tvískattasáttmálarnir, sum Føroyar hava við onnur lond, hava ásetingar um mannagongdir, tá ið sínámillum avtalur verða gjørdar. Hesar ásetingar taka støði í artikkli 25 í modellavtaluni hjá OECD. Sum dømi um samsvarandi áseting kann nevnast grein 28 í norðurlendska tvískattasáttmálanum. Heimildin sum málsráðandi myndugleiki at gera sínámillum avtalur við myndugleikar í øðrum londum liggur hjá lógardeildini hjá TAKS. Heinta modellavtaluna hjá OECD undir snarslóðum.
Umbøn frá borgara ella virki
Um skattgjaldari metir, at skattamyndugleikar í einum ella fleiri londum taka stig, sum hava ført til ella fara at føra til skatting, sum ikki er í samsvari við tvískattasáttmála, kann hann leggja málið fyri málsráðandi myndugleikarnar í londunum.
Dømi um mál, sum kann verða tikið upp sum mál um at gera sínámillum avtalu við myndugleikar í øðrum londum, er t.d. ein persónur, sum er heimahoyrandi í einum landi og fær vinningsbýti frá felagi í øðrum landi, har útgjaldið verður skattað, og at heimlandið somuleiðis skattar vinningsbýtið.
Annað dømi er transfer pricing-mál, har skattamyndugleikin í einum landi hevur broytt skattskyldigu inntøkuna hjá einum virki, tí hetta og eitt ella fleiri virki í øðrum londum, sum ikki eru óheft hvør av øðrum, í sínum handilsligu viðurskiftum hava nýtt prísir ella treytir, sum víkja frá teimum, sum høvdu verið avtalað millum óheft virki. Her kunnu myndugleikarnir við sínámillum avtalu, møguliga fyri fleiri ár, gera avtalu um bæði grundarlagið fyri prísáseting og upphæddirnar.
Freistir
Vil ein skattskyldigur hava mál tikið upp um at gera sínámillum avtalu við myndugleikar í øðrum londum, má slíkt mál verða lagt fyri málsráðandi myndugleikan í einum av viðkomandi londunum áðrenn eina freist, sum vanliga er trý ár frá tí degi, skattgjaldarin hevur fingið fyrstu fráboðanina um tiltak, sum hevur við sær eina skattseting, sum viðkomandi metir ikki samsvarar við ásetingarnar í tvískattasáttmála. Sambært norðurlendska sáttmálanum er freistin tó fimm ár frá hesum degi.
Upplýsingar og skjalprógv, sum borgarar og virkir skulu leggja fram
Skattgjaldarin skal vísa á, hvat tað er, sum ger, at hann metir seg verða ella at fara at verða viðgjørdan ímóti ásetingunum í sáttmálanum. Er skattgjaldarin ikki longu álíknaður, og tað soleiðis ikki er ein avgerð um skattseting, so skal hann kunna vísa á, at tað er grundaður vandi fyri, at hann fer at verða tvískattaður.
Eitt bindandi svar kann vera nøktandi grundarlag fyri at byrja mál um at gera sínámillum avtalu, um tað sannlíkt kann føra til tvískatting.
Mál kann eisini takast upp sum mál um at gera sínámillum avtalu, hóast borgari ella virki ikki eru tvískattað, bert umstrídda skattsetingin ikki er í samsvari við ásetingar í tvískattasáttmála. Hetta kann t.d. vera, tá ið eitt land skattar eina inntøku, sum eftir sáttmálanum bert kann skattast í hinum landinum. Talan kann t.d. eisini vera um skattgjaldara, sum metir, at talan er um skattseting ímóti forboði í tvískattasáttmála fyri at gera mun á borgarum.
Áheitanin skal sendast málsráðandi myndugleika
Áheitan um at fáa mál tikið upp sum mál um at gera sínámillum avtalu skal latast málsráðandi myndugleikanum í einum av viðkomandi sáttmálabundnu londunum, sama í hvørjum landi skatturin, sum mótmælt verður ímóti, er álagdur.
Í Føroyum er tað lógardeildin hjá TAKS, sum hevur heimildina sum málsráðandi myndugleiki at gera sínámillum avtalur sambært tvískattasáttmálum.
Áheitan um at fáa mál tikið upp sum mál um at gera sínámillum avtalu skal sendast til TAKS, lógardeildin, Postboks 2151, Smyrilsvegur 20, 110 Tórshavn, ella við tryggum telduposti til taks@taks.fo ella til runa@taks.fo.
Formlig krøv
Eftir føroyskum reglum eru eingi formlig krøv til áheitanir um at fáa mál tikið upp sum mál um at gera sínámillum avtalur sambært tvískattasáttmálum. Skattgjaldarin má tó vísa á, hvat tað er, sum ger, at hann metir seg verða ella at fara at verða viðgjørdan ímóti ásetingunum í tvískattasáttmála, soleiðis at myndugleikin út frá áheitanini kann taka støðu til, um mál skal takast upp sum mál um at gera sínámillum avtalu.
Sambært vegleiðing frá OECD skulu hesar upplýsingar og hesi skjalprógv vera við í áheitan um at taka mál upp um at gera sínámillum avtalu:
- Navn, adressa og p-tal ella v-tal.
- Um talan er um transfer pricing-mál: navn, adressa og, um til ber, persóntal ella virkistal hjá viðkomandi skattskyldiga í øðrum landi.
- Grundgevingar fyri áheitanini og greining av málinum, hvørjar ásetingar í tvískattasáttmála tann skattskyldigi metir eru ikki brúktar rætt, og hvussu skattskyldigi metir ásetingarnar eiga at verða brúktar.
- Faktisk viðurskifti, sum eru viðkomandi fyri málið, hvørji inntøkuár ella hvat tíðarskeið, áheitanin viðvíkir, upphæddir og skjalprógv hesum viðvíkjandi.
- Upplýsingar um møguliga áheitan til myndugleika í øðrum landi viðvíkjandi sama spurningi.
- Hvørt spurningurin eisini er lagdur fyri annan myndugleika ella er viðgjørdur fyrr av øðrum myndugleika, eitt nú kærumyndugleika ella dómsvaldi.
- Váttan um, at skattskyldigi vil svara øllum viðkomandi áheitanum frá málsráðandi myndugleikanum og útflýggjar skjalprógv til málsráðandi myndugleika so fullfíggjað og skjótt sum gjørligt.
Gjald
Í Føroyum verður ikki kravt gjald fyri at fáa mál tikið upp sum mál um at gera sínámillum avtalu við myndugleikar í øðrum londum sambært tvískattsáttmálum.
Gjaldsfreist
Tá skattgjaldari leggur mál fyri myndugleikan í øðrum av sáttmálabundnu londunum um at gera sínámillum avtalu, kann skattgjaldari søkja um gjaldfreist fyri skatt, sum ikki er goldin og morarentur. Skattakrøv, sum fáa longda gjaldfreist verða tó renturoknaði sambært vanligu reglunum í skattalóggávuni.
Freistir í internari lóggávu
Gjørdar avtalur millum lond skulu fremjast, sjálvt um møguligar freistir í innanhýsis lóggávu áseta, at tað ikki er møguligt at umlíkna. Tískil eru innanhýsis freistir ikki galdandi, tá ið sínámillum avtalur eru gjørdar millum málsráðandi myndugleikar í sáttmálabundnum londum.
Kæra eftir internari lóggávu
Borgari ella virki kunnu leggja mál fyri málsráðandi myndugleikan í einum av sáttmálabundnu ríkjunum, hóast málið er kært eftir internari lóggávu, t.d. til eina av kommunalu skattakærunevndunum ella til skatta- og avgjaldskærunevndina, ella hóast málið er lagt fyri dómsvaldið.
At málið verður lagt fyri málsráðandi myndugleikan sum eitt mál um at gera sínámillum avtalur útsetir ikki freistirnar eftir internu lóggávuni fyri at leggja mál fyri kærumyndugleika ella fyri dómsvaldið. Tá ið mál er kært ella lagt fyri rættarskipanina, kann tað møguliga liggja og bíða, til málið um at gera sínámillum avtalu myndugleikar millum er endað.
Málsráðandi myndugleikarnir skulu royna at loysa málið
Málsráðandi myndugleikin skal, um áheitanin er grundað, royna at loysa málið við sínámillum avtalu. Málsráðandi myndugleikarnir hava sostatt eina skyldu til at royna at loysa ósemjur.
Sínámillum avtalur um tulking av ásetingum í sáttmálum og í øðrum førum
Málsráðandi myndugleikarnir hava heimild at gera sínámillum avtalur um ivamál um tulking ella nýtslu av sáttmálunum generelt. Um trupulleikar ella ivamál taka seg upp millum sáttmálabundin ríkir um tulking ella nýtslu av sáttmálunum, so skulu teir málsráðandi myndugleikarnir í hesum ríkjum samráðast fyri at royna at loysa málið við sínámillum serstakari avtalu.
Málsráðandi myndugleikar hava eisini heimild at samráðast fyri at sleppa undan tvískatting í førum, sum ikki eru fevnd av sáttmálanum.
Norðurlond
Løgtingslóg nr. 122 frá 22. desember 2008 um at seta í gildi ásetingarnar í tvískattasáttmála millum tey norðurlendsku londini frá 23. september 1996, sum seinast broyttur við protokol frá 4. apríl 2008. Sáttmálin er galdandi millum Danmark, Finnland, Føroyar, Ísland, Norra og Svøríki.
Ískoyti til sáttmálan millum Norðurlond: Løgtingslóg nr. 129 frá 9. desember 2005 um at seta í gildi protokoll millum Danmark og Føroyar sum ískoyti til sáttmála frá 23. september 1996.
Grønland
Føroyar og Grønland skrivaðu undir tvískattasáttmála tann 30. august 2000. Sáttmálin er settur í gildi í Føroyum við løgtingslóg nr. 47 frá 30. mars 2001. Sáttmálin kom í gildi 1. januar 2001 og frá hesum degi fór sáttmálin frá 4. februar 1992 úr gildi.
Í sáttmálanum millum Føroyar og Grønland er eingin áseting um eksemptiónslinking, tað er einans kredittlinkingarhátturin, sum er ásettur í grein 23. Føroyar mugu tó brúka eksemptiónslinkingarháttin í teimum førum, tá Føroyar skulu geva linking, grundað á, at sáttmálin ásetir, at ein inntøka einans kann skattast í Grønlandi. Í slíkum førum skulu Føroyar brúka eksemptión við progressiónsfyrivarni.
Bermuda, Jomfrúoyggjar (Bretland) og Cayman Islands
Løgtingslóg nr. 182 frá 22. desember 2009 um at seta í gildi skattaavtalur millum Føroyar og ávikavist Aruba, Bermuda, bretsku Jomfrúoyggjarnar, Caymann Islands og Niðurlendsku Antillurnar.
Bretland og Norðurírland
Løgtingslóg nr. 16 frá 5. mai 2008 um at seta í gildi sáttmála millum Føroya landsstýri og Ríkisstjórnina fyri Bretland og Norðurírland til tess at sleppa undan tvískatting og fíggjarligum undandrátti, hvat inntøku- og kapitalvinningsskatti viðvíkir.
Guernsey og Jersey
Løgtingslóg nr. 71 frá 25. mai 2009 um at seta í gildi skattaavtalur millum Føroyar og ávikavist Guernsey og Jersey.
India
Millum Føroyar og Indiu er danski tvískattasáttmálin frá 8. mars 1989 galdandi. Sáttmálin varð við protokol frá 8. mars 1989 víðkaður til eisini at fevna um Føroyar. Sáttmálin er lýstur við bekendtgørelse nr. 118 frá 10. november 1989.
Isle of Man
Løgtingslóg nr. 60 frá 10. juni 2008 um at seta í gildi skattaavtalur millum Føroyar og Isle of Man.
Sveis
Løgtingslóg nr. 102 frá 11. november 2010 um at seta í gildi ásetingarnar í tvískattasáttmála millum Føroyar og Sveis frá 23. november 1973, sum seinast er broyttur við protokoll frá 21. august 2009.