Uttanlandsinntøka
Hevur tú inntøku uttanlands og fulla skattskyldu í Føroyum, skalt tú møguliga rinda skatt av uttanlandsinntøkuni her.
Tá tú gevur inntøkuna upp, skalt tú upplýsa, um tú hevur goldið skatt av henni uttanlands. Tað fært tú frádrátt fyri í føroyska skattinum, tó í mesta lagi tað, sum fellur á inntøkuna. Tú fært inntøkufrádrátt á 30% av inntøkuni um árið – tó í mesta lagi 120.000 krónur. Av skattskyldiga partinum verða goldin 35% í skatti.
Frá 1. januar 2024 er stigvís minking í frádráttinum:
Fyri 2024 er frádrátturin í mesta lagi kr. 96.000
Fyri 2025 í mesta lagi kr. 72.000.
Fyri 2026 og frameftir í mesta lagi kr. 48.000.
Fiskimenn við norðurlendskum skipum hava ikki omanfyrinevndu frádráttarmøguleikar. Teir hava framvegis ein fiskiveiðufrádrátt á 14% av inntøku upp til kr. 470.000 ella ein frádrátt á í mesta lagi kr. 65.800. Teir hava eisini rætt til samdøgursfrádrátt á kr. 300 um dagin fyri tær meirútreiðslur, ið standast av at arbeiða uttanlands.
Frá 1. januar 2024 er stigvís minking í frádráttnum:
Fyri 2024 er frádráttur á 14% av samlaðu hýruni upp til 400.000 kr.
Fyri 2025 og frameftir er frádráttur á 14% av samlaðu hýruni upp til 300.000 kr.
Verður uttanlandsinntøka skattað í øðrum landi, fær persónurin fullan ella lutvísan frádrátt fyri hetta í skattinum í Føroyum. Útlendska inntøkan verður tó tikin við í skattagrundarlagið, og er onnur inntøku í Føroyum, ávirkar hetta skattin av henni.
Fyri at tryggja rættan fyribilsskatt, kann inntøkan fráboðast TAKS. Hetta verður gjørt við at lata inn eitt fyribilsskattaskrásetingarskjal, har ein boðar frá uttanlandsinntøku og aðrari inntøku, sum ein væntar at hava. Finn skjalið undir oyðubløðum her á síðuni.
Síðan 1. januar 2024 hava inngjøld til norsku folketrygden og aðrar norðurlendskar veitingar ikki longur verið tald sum skattur.
Frá og við sjálvuppgávuni 2024 kunnu tey tí ikki dragast frá sum goldin skattur uttanlands. Tey geva tó rætt til frítøku at rinda fyri heilsutrygd, eftirløn og arbeiðsmarknaðareftirløn í Føroyum av útlendsku inntøkuni.