Skriva út

Útveksling av kontuupplýsingum millum fíggjarstovnar og skattamyndugleikar

Síðan 1. januar 2016 hava Føroyar verið við í fleirtjóða avtalu, sum áleggur fíggjarstovnum at lata skattamyndugleikum sínum árligar upplýsingar um kontur, hvørs eigarar búgva uttanlands. Upplýsingarnar verða sendar skattamyndugleikunum í teimum londum, har eigararnir búgva.

Soleiðis sendir eisini TAKS upplýsingar um kontur, sum útlendingar hava í Føroyum, og fær upplýsingar um kontur, sum herbúgvandi hava uttanlands. Hetta er útveksling.

Hvat er endamálið við avtaluni?

Avtalan, sum á enskum eitur Convention on Mutual Administrative Assistance in Tax Matters, hevur sum endamál at skapa eina effektivari skattaumsiting.

Til avtaluna hoyrir CRS-kunngerðin, ið millum annað útgreinar, hvørjar kontuupplýsingar skulu útvekslast, og hvør skal hava upplýsingarnar. CRS eitur hon eftir Common Reporting Standard, altjóða leistinum til at fráboða kontuupplýsingar.

Hvørjar upplýsingar er talan um?

Talan er eitt nú um:

  • navn, bústað og p-tal (TIN),
  • kontunummur,
  • salduvirði,
  • rentuinntøkur,
  • vinningsbýti,
  • bruttoavkast av at selja og loysa út fíggjarligar ognir.
Hvørjir skattamyndugleikar fáa upplýsingar frá TAKS?

Tað gera skattamyndugleikarnar í hesum 76 londum og rættardømum:

Albania, Andorra, Antigua og Barbuda, Argentina, Aserbadjan, Avstralia, Barbados, Belgia, Brasilia, Bretland, Cookoyggjar, Danmark, Ekvador, Estland, Eysturríki, Finnland, Frakland, Gana, Gibraltar, Grenada, Grikkaland, Grønland, Guernsey, Holland, Hong Kong, India, Indonesia, Isle of Man, Italia, Írland, Ísland, Ísrael, Japan, Jersey, Kanada, Kekkia, Kili, Kina, Kolumbia, Kosta Rika, Kroatia, Kurakao, Kypros, Lettland, Liktinstein, Litava, Luksemburg, Malaisia, Malta, Mauritius, Meksiko, Monako, Nigeria, Noreg, Nýsæland, Pakistan, Panama, Portugal, Pólland, Russland, San Marino, Saudiarabia, Seyskellurnar, Singapor, Slovakia, Slovenia, Spania, St Kitts og Nevis, St Lusia, Suðurafrika, Suðurkorea, Sveis, Svøríki, Turkaland, Týskland, Ungarn og Uruguai.

Hevur kontueigari tilknýti til fleiri lond ella rættardømi, verða upplýsingarnar sendar til øll tey londini og rættardømini.

Gev gætur, at listin er vegleiðandi

Dagførdur listi er á heimasíðuni hjá OECD. Soleiðis finnur tú hann:

  1. Undir snarslóðum, vel Activated Exchange Relationships For CRS Information.
  2. Skrolla niður á hálva síðu.
  3. Í teiginum From jurisdiction, vel Faroe Islands.
  4. Í teiginum To jurisdiction, vel Select all.

Dagførdur listi kemur nú fram.

Hvørjir skattamyndugleikar senda upplýsingar til TAKS?

Tað gera skattamyndugleikarnir í hesum 102 londum og rættardømum:

Albania, Andorra, Anguilla, Antigua og Barbuda, Argentina, Aruba, Aserbadjan, Avstralia, Bahamas, Barain, Barbados, Belgia, Belis, Bermuda, Brasilia, Bretland, Bretsku Jomfrúoyggjarnar, Brunai, Bulgaria, Cookoyggjar, Danmark, Dominika, Ekvador, Estland, Eysturríki, Finnland, Frakland, Gana, Gibraltar, Grenada, Grikkaland, Grønland, Guernsey, Holland, Hong Kong, India, Indonesia, Isle of Man, Italia, Írland, Ísland, Ísrael, Japan, Jersey, Kanada, Katar, Kaymanoyggjarnar, Kekkia, Kili, Kina, Kolumbia, Kosta Rika, Kroatia, Kurakao, Kuvait, Kypros, Lettland, Libanon, Liktinstein, Litava, Luksemburg, Makau, Malaisia, Malta, Marshalloyggjarnar, Mauritius, Meksiko, Monako, Montserrat, Nauru, Nigeria, Noreg, Nýsæland, Pakistan, Panama, Portugal, Pólland, Rumenia, Russland, Sameindu Emirríkini, Samoa, San Marino, Saudiarabia, Seyskellurnar, Singapor, Slovakia, Slovenia, Spania, St Kitts og Nevis, St Lusia, St Maarten, St Vinsent og Grenadinurnar, Suðurafrika, Suðurkorea, Sveis, Svøríki, Turkaland, Turks- og Kaikosoyggjarnar, Týskland, Ungarn, Uruguai og Vanuatu.

Gev gætur, at listin er vegleiðandi

Dagførdur listi er á heimasíðuni hjá OECD. Soleiðis finnur tú hann:

  1. Undir snarslóðum, vel Activated Exchange Relationships For CRS Information.
  2. Skrolla niður á hálva síðu.
  3. Í teiginum From jurisdiction, vel Select all.
  4. Í teiginum To jurisdiction, vel Faroe Islands.

Dagførdur listi kemur nú fram.

Hvat skal man gera sum kontueigari?

Man skal upplýsa føroyska fíggjarstovn sín um, hvar man rindar skatt.

  • Flytur man uttanlands, skal man tryggja sær, at føroyski fíggjarstovnurin kennir bústaðin.
  • Býr man uttanlands, skal man upplýsa bústaðin, tá føroyski fíggjarstovnurin spyr um hann.

Hetta er galdandi, sama um konta er stovnað fyri ella eftir 2016.

Er talan um kontu hjá løgfrøðiligum persóni, skal upplýsast um bústaðin hjá løgfrøðiliga persóninum og hjá teimum, ið hava ræði á honum.

Tað kann vera revsivert at geva skeivar upplýsingar.

Varskógva um brot á CRS-kunngerðina

Letur fíggjarstovnur ikki upplýsingar til TAKS um kontu, sum uttanlandsbúgvandi hevur í Føroyum, kann man varskógva okkum um tað. Brotið kann vera beinleiðis ella óbeinleiðis, tilvitað ella ótilvitað.

Soleiðis varskógvar man

Útfyll skjalið “Varskó um brot á CRS-kunngerðina” og send okkum tað. Finn skjalið undir snarslóðum her á síðuni.

Tú kanst senda dulnevnt

  1. Koyr útfylt skjal í brævbjálva og skriva adressu okkara uttaná. Skriva ikki avsendara.
  2. Koyr brævið í ein av bláu postkassunum hjá Posta. Postkassin nýtist ikki at vera í tínum øki. Gev gætur, at er hann í Suðuroy, verður Tvøroyri stemplað á brævið. Er hann aðrastaðni, verður Tórshavn stemplað á.
  3. Tú kanst eisini koyra brævið í postkassan hjá TAKS. Tá er ikki neyðugt við frímerki ella at skriva nakað uttaná, tí brævið kemur í rættar hendur kortini. Postkassin hjá TAKS er við høvuðsdyr okkara á Smyrilsvegi 20 í Havn.


Postkassin hjá TAKS er við høvuðsdyr okkara á Smyrilsvegi 20 í Havn.