Upphæddir á stuðlinum eru eftir, um farið verður landvegis ella sjóvegis, herímillum gjøgnum undirsjóvartunlar. Landvegis verður roknað eftir kilometrum, sjóvegis eftir túratali.
Fram til 31. desember 2024 kundi eisini ferðast loftvegis, men við løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur varð hesin møguleiki strikaður.
Upphæddir fyri 2025
Landvegis, km í alt pr. dag
- 30,0 – 49,9 km: 13,50 kr.
- 50,0 – 63,9 km: 20,50 kr.
- 64,0 – 101,9 km: 27,00 kr.
- 102,0 – 123,9 km: 32,50 kr.
- 124,0 – 145,9 km: 38,00 kr.
- 146,0 – 167,9 km: 43,50 kr.
- 168,0 – 189,9 km: 49,00 kr.
- 190,0 – 211,9 km: 54,50 kr.
- 212,0 km og meir: 60,00 kr.
Fram til 31. desember 2024 var minstafjarstøðan 20 km, men hevur síðan verið 30. Hetta sambært løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur.
Sjóvegis, pr. túr
- Suðuroyarleið: 15,90 kr.
- Aðrar sjóleiðir: 7,45 kr.
- Vágatunnil: 7,45 kr.
- Norðoyatunnil: 7,45 kr.
- Sandoyartunnil: 8,45 kr.
- Eysturoyartunnil: 8,45 kr.
Sjóvegis kann søkjast til tveir túrar pr. dag.
Gev gætur við Eysturoyartunlinum og Brúnni um Streymin
Kann veljast ímillum Eysturoyartunnilin og Brúnna um Streymin til og frá arbeiði, skal søkjast fyri ta leið, ið brúkt verður. Brúkar man báðar, skal hvør leið gerast upp fyri seg. Koyrir man til dømis 200 dagar, helvt um helvt brúgv og tunnil, søkir man um 100 dagar fyri hvørja leið.