Lurta

Frítíðarløn

Sum lønmóttakari hevur tú rætt til frítíð og frítíðarløn. Tað hevur tú sambært frítíðarlógini.

Hvussu long er frítíðin?

Frítíðin er 30 dagar, um arbeitt hevur verið fulla tíð í innvinningarárinum. Er arbeitt minni, verða tíð og løn tillagaðar samsvarandi.

Innvinningarárið er tíðin, tá ið frítíðarlønin verður upptjent

Vanliga er tað frá 1. apríl til 31. mars. Hjá Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar er innvinningarárið tó frá 1. januar til 31. desember.

Hvussu nógv er frítíðarlønin?

Tímalønt

Frítíðarlønin hjá tímaløntum er 12% av tí, sum tey hava tjent í innvinningarárinum. Arbeiðsgevarin rindar henda prosentpart á frítíðarkontu hjá TAKS, samstundis sum hann flytur vanligu lønina.

Mánaðarlønt

Hjá mánaðarløntum er frítíðarlønin ein vanlig mánaðarløn + eitt frítíðarískoyti á 1,5% av teirri løn, sum tey hava tjent í innvinningarárinum. Arbeiðsgevarar umsita og útgjalda sjálvir frítíðarískoytið. Vanliga verður tað útgoldið saman við lønini í apríl.

Nær skal frítíðin vera hildin?

Frítíðin skal vera hildin í seinasta lagi 1. mai árið eftir innvinningarárið.

Innvinningarárið er tíðin, tá ið frítíðarlønin varð upptjent. Var tað til dømis frá 1. apríl í fjør til 31. mars í ár, so skal frítíðin vera hildin ímillum 2. mai í ár og 1. mai næsta ár.

Er hon tá ikki hildin, dettur hon burtur.

Nær og hvar verður frítíðarlønin útgoldin?

Tímalønt

Frítíðarlønin verður útgoldin 2. mai. Til ber ikki at fáa frítíðarlønina útgoldna áðrenn.

Frítíðarlønin verður útgoldin á ta kontu, sum tú hevur skrásett í Borgaraglugganum. Niðast á síðuni kanst tú lesa meira um at skráseta og broyta kontunummarið til frítíðarlønina.

Mánaðarlønt

Hjá mánaðarløntum verður frítíðarlønin útgoldin sum vanlig løn á somu kontu, sum lønin verður flutt á. Sama er við frítíðarískoytinum. Tað verður vanliga útgoldið saman við lønini í apríl.

Um eingin føroysk konta er at flyta frítíðarlønina á

Hevur tú sum løntakari onga kontu í føroyskum peningastovni, fært tú í aprílmánað eitt bræv frá TAKS, har tú skalt upplýsa kontunummarið, sum frítíðarlønin skal flytast á.

Skriva kontunummarið niðast í brævinum og kom við tí á Smyrilsveg 20 í Havn – ella send tað sum skann ella mynd til taks@taks.fo

Kontan skal vera tín egna. Er hon útlendsk, rindar tú fyri flytingina og má skjalprógva fyri TAKS, at tú eigur hana.

Freistin at senda kontunummarið til TAKS er fimm ár frá 1. mai, sum tú fært brævið apríl. Eftir hetta fellur peningurin til landskassan.

Hvør umsitur frítíðarlønina?

Tað ger TAKS sambært § 20 a, stk. 2, í frítíðarlógini.

Vilt tú skráseta ella broyta títt kontunummar til frítíðarlønina?

Tað gert tú á Borgaraglugganum ella við oyðublaði.

Á Borgaraglugganum

Undir Grundupplýsingar/fulltrúir > Kontaktupplýsingar > Peningastovnskontur > Konta til frítíðarløn: Klikk á "Broyt peningastovnskontu" og broyt. Hesa funku brúkar tú eisini, tá ið tú skrásetir kontunummarið til frítíðarlønina fyrstu ferð.

Við oyðublaði

Fyll út oyðublaðið "Broyting ella skráseting av kontunummari" og send okkum tað. Tú finnur tað undir oyðubløðum her á síðuni. Minst til, at tú í oyðublaðnum setir kross í "Frítíðarløn".

Broytingarfreist

Á Borgaraglugganum er broytingarfreistin umleið 14 dagar áðrenn útgjaldsdagin, við oyðublaði vanliga ein mánað áðrenn.

Neyva freistin verður ásett, tá ið tíðin nærkast.

Flytur tú uttanlands?

Tá er best at bíða við at siga upp peningastovnskontuna, til frítíðarlønin er útgoldin, 2. mai.