Skriva út

Heilsutrygd

Heilsutrygd er felagstrygging, sum er við til at rinda fyri tænastur, ið heilsuverkið veitir okkum.

Øll, sum eru fylt 18 og búgva í Føroyum, rinda til Heilsutrygd

Gjaldið er ásett í heilsutrygdarlógini og er 175 krónur um mánaðin pluss 0,7 prosent av skattskyldigu inntøkuni.

Gjaldið til Heilstrygd verður kravt inn upp á tveir mátar
  1. Hevur tú a-inntøku, fer tað sjálvvirkandi av lønini, áðrenn hon kemur á kontu.
  2. Hevur tú ikki a-inntøku, ella er hon lítil, fært tú rokning frá TAKS annanhvønn mánað.

Ert tú í bólki 2, kanst tú stovna gjaldsavtalu og rinda títt heilsutrygdargjald sjálvvirkandi. Vel "Gjaldsavtala hjá borgarum við TAKS" undir snarslóðum og síggj, hvussu tú gert.

Arbeiðir tú í øðrum norðurlandi og rindar sosialtrygdargjald har?

So kanst tú søkja um frítøku frá at rinda til Heilsutrygd. Tá skalt tú búgva í Føroyum og:

  • ikki hava týðandi virksemi her,
  • ikki hava fleiri arbeiðsgevarar í øðrum norðurlandi,
  • ikki arbeiða í skiftandi londum.

 Søk um frítøku á Vanganum