Á Vanganum
- Rita inn og vel Tænastuveitarar > TAKS > Rentustuðul til lestrarlán
- Fyll út og send inn
Hevur tú ikki roynt Vangan, les um hann.
Á pappíri
- Heinta umsóknina undir oyðubløðum her á síðuni
- Fyll út og send inn við vanligum brævi til TAKS, Postboks 2151, 110 Tórshavn ella við teldubrævi til taks@taks.fo.
Tá ið tú søkir fyrstu ferð, skalt tú saman við umsóknini leggja ársyvirlit yvir rentuna í útbúgvingarárinum og gjaldstalvuna frá lánveitaranum. Gjaldstalvan er yvirlitið, sum tú fært frá lánveitaranum yvir samlaða lánið.