Fyri at fáa útgjald úr Trygdargrunninum skulu hesi viðurskifti vera upp á pláss:
- tú skalt boða grunninum frá kravinum,
- tú skalt kunna prógva kravið,
- tú skalt hava forvunnið lønina seinastu 90 dagarnar áðrenn freistdagin,
- arbeiðsgevarin skal ikki sjálvur vera førur fyri at rinda lønina.