Lurta

Vinnusjúkugrunnurin

Vinnusjúkugrunnurin veitir endurgjald til tey, sum fáa varandi mein ella missa arbeiðsførleikan orsakað av starvi sínum, um treytirnar fyri endurgjaldi annars eru loknar. Arbeiðs- og brunaeftirlitið tekur avgerðir grunsins, TAKS umsitur hann.

Hvat er ein vinnusjúka?

Ein vinnusjúka er ein sjúka, sum stavar frá skaðiligum árinum í arbeiði. Har arbeiðsvanlukkur henda knappliga, síggjast vinnusjúkur ofta ikki fyrr enn leingi eftir, at skaðiliga árinið byrjaði. Vinnusjúkur kunnu eisini raka ófødd, um mamman er fyri skaðiligum árinum í arbeiði sínum.

Ein vinnusjúka kann koma av so nógvum, til dømis av at lyfta tungt, av nógvum gangi, av at arbeiða við vandamiklum evnum ella av at gera somu rørslur aftur og aftur. Vinnusjúkur kunnu vera eitt nú astma, eksem, ovurviðkvæmi, niðursett hoyrn og kronisk pína í beinagrind.

Síggj allar vinnusjúkur í vinnusjúkuskránni

Heinta hana undir snarslóðum her á síðuni.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið ger av, um talan er um vinnusjúku

Avgerðin verður tikin, um læknaligar og tøkniligar royndir hava víst, at sjúkan sannlíkast stavar frá skaðiligum arbeiðsárinum og ikki av øðrum viðurskiftum.

Er sjúkan ikki nevnd í vinnusjúkuskránni, kann hon kortini verða viðurkend, um Arbeiðs- og brunaeftirlitið metir, at sjúkan sambært nýggjastu læknafakligu vitanini lýkur krøvini um vinnusjúku, ella um sjúkan heilt ella fyri tað mesta má verða hildin at stava frá viðurskiftum í sambandi við arbeiði.

Hvør skal boða frá vinnusjúku?

Tað skal arbeiðsgevari tín. Fráboðanarfreistin er 9 yrkadagar eftir, at arbeiðsgevarin kemur eftir, at sjúkan kann stava frá arbeiði tínum.

Ert tú sjálvstøðugt vinnurekandi, liggur fráboðanarskyldan hjá tær. Les tá meira um Vinnusjúkugrunnin undir "Vinna".

Hvussu stórt er endurgjaldið?

Støddin á endurgjaldinum verður ásett eftir meting frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Tað kann verða givið fyri varandi mein og fyri mist arbeiðsføri.

Vinnusjúkugrunnurin rindar gjaldið.

Meira at vita um vinnusjúku?

Spyr arbeiðsgevara tín, ella ring til Arbeiðs- og brunaeftirlitið á telefon 66 44 00 mánadag til fríggjadag frá 9 til 15. Tú kanst eisini senda eitt teldubræv til arb@arb.fo.