Gjaldið er ásett í heilsutrygdarlógini og er 175 krónur um mánaðin pluss 0,7 prosent av skattskyldigu inntøkuni.
Heilsutrygd
Heilsutrygd er felagstrygging, sum er við til at rinda fyri tænastur, ið heilsuverkið veitir okkum.
Øll, sum eru fylt 18 og búgva í Føroyum, rinda til Heilsutrygd
Gjaldið til Heilstrygd verður kravt inn upp á tveir mátar
- Hevur tú a-inntøku, fer tað sjálvvirkandi av lønini, áðrenn hon kemur á kontu.
- Hevur tú ikki a-inntøku, ella er hon lítil, fært tú rokning frá TAKS annanhvønn mánað.
Ert tú í bólki 2, kanst tú stovna gjaldsavtalu og rinda títt heilsutrygdargjald sjálvvirkandi. Vel "Gjaldsavtala hjá borgarum við TAKS" undir snarslóðum og síggj, hvussu tú gert.
Arbeiðir tú í øðrum norðurlandi og rindar sosialtrygdargjald har?
So kanst tú søkja um frítøku frá at rinda til Heilsutrygd. Tá skalt tú búgva í Føroyum og:
- ikki hava týðandi virksemi her,
- ikki hava fleiri arbeiðsgevarar í øðrum norðurlandi,
- ikki arbeiða í skiftandi londum.
Søk um frítøku á Vanganum
- Rita inn við samleikanum
- Vel Sjálvgreiðslur > Stuðul og útreiðslur
- Vel Heilsutrygd > Heilsutrygdargjald - Frítøka